Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 21
Jesus ríður inn í Jerúsalem
v1 Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir: v2 «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar. v3 Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.» v4 Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: v5 «Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.» v6 Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; v7 og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey. v8 Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin. v9 Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!» v10 Og tá ið hann kom inn í Jerúsalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: «Hvør er hetta?» v11 Men mannamúgvurnar søgdu: «Hetta er Jesus, profeturin úr Nasaret í Galileu.»
Jesus ruddar halgidómin
v12 Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. v13 Og hann sigur við teir: «Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.» v14 Og har komu blind og lamin til hansara í halgidóminum, og hann grøddi tey. v15 Men tá ið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu hesar undurgerðirnar, sum hann gjørdi, og børnini, sum rópaðu í halgidóminum og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur!» tá harmaðust teir og søgdu við hann: v16 «Hoyrir tú, hvat hesi siga?» Men Jesus sigur við teir: «Ja, hava tit onga tíð lisið hetta: «Av smábarna og bróstabarna munni hevur tú lovsong tær lagað!» » v17 Og hann fór frá teimum og gekk út um staðin, til Betániu, og gisti har um náttina.
Bølbiður fikutræið
v18 Men tá ið hann um morgunin fór inn aftur í staðin, kendi hann sær svongd. v19 Og av tí at hann sá eitt fikutræ við vegin, gekk hann at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. Og hann sigur við tað: «Onga tíð á ævini komi frukt av tær meira!» Og í stundini følnaði fikutræið. v20 Og tá ið lærusveinarnir sóu tað, undraðust teir og søgdu: «Hvussu bar tað til, at fikutræið følnaði so skjótt?» v21 Men Jesus svaraði og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, um tit hava trúgv og ikki ivast, tá skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; men um tit so siga við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið!» tá skal tað verða so. v22 Og alt tað, sum tit biðja um í bønini við trúgv, tað skulu tit fáa.»
Ráðið spyr um vald Jesusar, Jesus svarar
v23 Og tá ið hann var komin inn í halgidómin, tá komu til hansara, meðan hann lærdi, høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins og søgdu: «Hvat vald hevur tú til at gera hetta? Og hvør hevur givið tær hetta valdið?» v24 Men Jesus svaraði teimum og segði: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; um tit svara mær upp á hann, so vil eg eisini siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. v25 Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann? Frá himni ella frá monnum?» Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Siga vit: «Frá himni,» so man hann siga við okkum: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» v26 Men siga vit: «Frá monnum,» so mega vit óttast fyri mannfjøldini, tí at tey halda øll Jóhannes fyri ein profet.» v27 Og teir svaraðu Jesusi og søgdu: «Vit vita ikki.» Tá segði eisini hann við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.
Líknilsið um tveir synir
v28 Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: «Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.» v29 Men hann svaraði og segði: «Nei, eg vil ikki.» Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað. v30 So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: «Jú, tað skal eg, harri;» men hann fór tó ikki. v31 Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?» Teir siga: «Hin fyrri.» Jesus sigur við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. v32 Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum.
Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar
v33 Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum. v34 Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum. v35 Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir. v36 Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir. v37 Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!» v38 Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!» v39 Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. v40 Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?» v41 Teir siga við hann: «Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.» v42 Jesus sigur við teir: «Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?» v43 Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir. v44 Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.» v45 Og tá ið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi hansara, skildu teir, at hann talaði um teir. v46 Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir óttaðust fyri mannamúgvuni, tí at fólk hildu hann fyri ein profet.