Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 24
Jesus boðar oyðing Jerúsalems og afturkomu sína
v1 Og Jesus fór út og gekk burtur frá halgidóminum; og lærusveinar hansara komu til hansara at vísa honum bygningar halgidómsins. v2 Men hann tók til orða og segði við teir: «Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» v3 Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: «Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?» v4 Og Jesus svaraði og segði við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. v5 Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Eg eri Kristus,» og teir skulu villleiða mong. v6 Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn. v7 Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. v8 Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. v9 Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld. v10 Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan. v11 Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong: v12 og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. v13 Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. v14 Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma. v15 Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – v16 tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. v17 Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara; v18 og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum! v19 Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! v20 Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. v21 Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða. v22 Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir. v23 Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí. v24 Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. v25 Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. v26 Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki. v27 Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða. v28 Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. v29 Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. v30 Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd. v31 Og hann skal senda út einglar sínar við hvøllum lúðri, og teir skulu savna saman tey útvaldu hansara úr teimum fýra ættunum, frá einum enda á himlinum at øðrum. v32 Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd. v33 Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum. v34 Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent. v35 Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. v36 Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur. v37 Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. v38 Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, v39 og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. v40 Tá skulu tveir menn vera staddir úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður eftir. v41 Tvær konur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður eftir.
Vakið tí
v42 Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur! v43 Men tað skilja tit, at um húsbóndin hevði vitað, í hvørji økt um náttina tjóvurin kom, tá hevði hann vakt og ikki latið verið innbrot í hús síni. v44 Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir; tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. v45 Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? v46 Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at. v47 Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum. v48 Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: «Húsbóndi mín bíðar við at koma;» v49 og hann so fer at sláa lagsmenn sínar, og etur og drekkur í felagi við drykkjumonnum, v50 tá skal húsbóndin hjá hesum húskalli koma á tí degi, sum hann ikki væntar, og í tí tíma, sum hann ikki veit av; v51 og hann skal høgga hann sundur og lata hann fáa part saman við falsarunum; har skal verða grátur og tannagrísl.