Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 27
Jesus fyri Pilatusi
v1 Men tá ið morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins samráð saman ímóti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi. v2 Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan.
Deyði Judasar
v3 Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: v4 «Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.» Men teir søgdu: «Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!» v5 Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. v6 Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: «Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar.» v7 Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman, keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar. v8 Tí hevur henda jørðin verið kallað blóðjørðin til dagin í dag. v9 Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Og teir tóku teir tríati silvurdálarnar; virðið, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn; v10 og teir lótu teir fyri pottamakara-jørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.»
Jesus í forhoyr, Jesus og Barabbas
v11 Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men Jesus segði: «Tú sigur tað sjálvur.» v12 Og meðan hann varð klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki. v13 Tá sigur Pilatus við hann: «Hoyrir tú ikki, hvussu nógv teir vitna ímóti tær?» v14 Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so at landshøvdingin undraðist stórliga. v15 Men um hátíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu. v16 Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndan Barabbas. v17 Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: «Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, ið kallast Kristus?» v18 Tí at hann visti, at tað var av øvund, at teir høvdu givið hann upp til hansara. v19 Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: «Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.» v20 Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas og um, at Jesus skuldi verða tikin av lívi. v21 Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: «Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan!» Men tey søgdu: «Barabbas!» v22 Pilatus sigur við tey: «Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?» Tey siga øll: «Lat hann verða krossfestan!» v23 Men hann segði: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu bert hvaðna harðari og søgdu: «Lat hann verða krossfestan!» v24 Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: «Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!» v25 Og alt fólkið svaraði og segði: «Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!» v26 Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.
Tornakrýningin
v27 Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla manningina uttan um hann. v28 Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann; v29 og teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið og góvu honum ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og søgdu: «Heilur og sælur, tú, Jøda kongur!» v30 Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum. v31 Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann.
Krossfestingin
v32 Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara. v33 Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður, v34 góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka. v35 Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: «Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.»]. v36 Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum. v37 Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna. v38 Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin. v39 Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: v40 «Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!» v41 Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu: v42 «Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! v43 Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: «Eg eri sonur Guðs.»» v44 Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum. v45 Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma. v46 Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: «Eli, eli, lama sabaktani?» Tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» v47 Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: «Hann rópar eftir Elia.» v48 Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka. v49 Men hinir søgdu: «Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.» v50 Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan. v51 Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, v52 og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; v53 og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. v54 Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!» v55 Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. v56 Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum.
Gravlagdur
v57 Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi. v58 Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. v59 Og Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði, v60 og legði tað í ta nýggju grøv sína, sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað. v61 Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini.
Vakt yvir grøvini
v62 Men dagin eftir, sum er dagurin aftan á atfangadagin, komu høvuðsprestarnir og Fariseararnir saman hjá Pilatusi v63 og søgdu: «Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: «Um tríggjar dagar rísi eg upp.» v64 Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: «Hann er risin upp frá deyðum;» og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.» v65 Pilatus segði við teir: «Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best.» v66 Og teir fóru avstað og settu góða vakt við grøvina við vaktarmonnunum; aftan á at teir høvdu sett innsigli á steinin.