Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 4
Djevulin freistar Jesus
v1 Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum. v2 Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans. v3 Og freistarin kom til hansara og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.» v4 Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.» v5 Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann: v6 «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.» v7 Jesus segði við hann: «Uppaftur stendur skrivað: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»» v8 Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: v9 «Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.» v10 Tá sigur Jesus við hann: «Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»» v11 Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum.
Jesus til Galileu, búsetist í Kapernaum
v12 Men tá ið Jesus hevði fingið at frætta, at Jóhannes var givin upp í fígginda hendur, fór hann avstað burtur til Galileu. v13 Og hann flutti úr Nasaret og kom og búsettist í Kapernaum, ið er við vatnið í Sebulons og Naftalis landslutum, v14 at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: v15 «Sebulons land og land Naftalis fram við vatninum, landið hinumegin Jórdan, Galilea heidninganna, v16 fólkið, ið sat í myrkri, hevur sæð eitt stórt ljós, og teimum, ið sótu í landi og skugga deyðans, er ljós upp runnið.»
Jesus byrjar at prædika
v17 Eftir ta tíð tók Jesus at prædika og siga: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!»
Jesus kallar 4 lærusveinar
v18 Sum hann nú gekk fram við vatninum í Galileu, sá hann tveir brøður, Símun, ið nevnist Pætur, og Andrias, bróður hansara, ið fingust við at seta gørn í vatnið, tí at teir vóru fiskimenn. v19 Og hann sigur við teir: «Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!» v20 Og alt fyri eitt fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. v21 Og sum hann gekk longur fram haðani, sá hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara; teir vóru á báti saman við Sebedeusi, faðir teirra, og bøttu gørn síni. Og hann kallaði teir. v22 Og teir fóru við tað sama frá báti og faðir sínum og fylgdu honum.
Jesus prædikar og grøðir
v23 Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. v24 Og tíðindi um hann gingu um alt Sýriuland. Og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt og vóru fongd av ymsum sjúkdómum og meinum, bæði tey, ið vóru plágað av illum andum, og mánasjúk og lamin, og hann grøddi tey. v25 Og stórar mannamúgvur fylgdu honum úr Galileu og Dekapolis og Jerúsalem og Júdeu og úr bygdunum handan fyri Jórdan.