Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 6
Olmussa
v1 Varið tykkum, at tit ikki útinna rættvísi tykkara fyri mannaeygum, til tess at verða sædd av teimum; annars hava tit ikki løn hjá faðir tykkara, sum er í himlunum. v2 Tá ið tú letur olmussu, tá skalt tú ikki blása í lúður framman undan tær, eins og falsararnir gera í samkomuhúsunum og á gøtunum, til tess at teir kunnu fáa heiður av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. v3 Men tá ið tú letur olmussu, tá lat ikki vinstru hond tína vita, hvat høgra hond tín ger, v4 at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær.
Bøn
v5 Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. v6 Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. v7 Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína. v8 Verið tí ikki teimum líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. v9 Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; v10 komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; v11 gev okkum í dag okkara dagliga breyð; v12 og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; v13 og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. v14 Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; v15 men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara.
Føsta
v16 Men tá ið tit halda føstu, tá skulu tit ikki vera daprir í andlitsskapi eins og falsararnir; tí at teir avskapa andlit sítt, til tess at teir kunnu vísa seg fastandi fyri monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. v17 Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, v18 at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
Vandin við ríkidømi
v19 Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; v20 men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. v21 Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. v22 Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; v23 men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið! v24 Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.
Stúrið ikki!
v25 Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? v26 Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? v27 Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni? v28 Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; v29 men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. v30 Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu? v31 Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í? v32 Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt. v33 Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. v34 Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.