Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 8
Jesus grøðir spitalskan mann
v1 Men tá ið hann gekk oman av fjallinum, fylgdu honum stórar mannamúgvur. v2 Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: «Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.» v3 Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. v4 Og Jesus sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum frá hesum; men far avstað og sýn teg fyri presti, og ber fram ta gávu, sum Móses hevur ásett, til ein vitnisburð fyri teimum.»
Drongur herhøvdingans
v5 Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði: v6 «Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.» v7 Hann sigur við hann: «Eg skal koma og gera hann frískan.» v8 Men herhøvdingin svaraði og segði: «Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. v9 Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.» v10 Tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann og segði við tey, ið fylgdust við honum: «Sanniliga sigi eg tykkum, ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv. v11 Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki; v12 men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.» v13 Og Jesus segði við herhøvdingan: «Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!» Og drongurin varð frískur í somu stund.
Vermóðir Pæturs og onnur vórðu grødd
v14 Og tá ið Jesus kom inn við hús hjá Pæturi, sá hann vermóður hansara liggja sjúka av hitasótt. v15 Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum. v16 Men tá ið komið var at kvøldi, bóru tey til hansara mong, ið vóru plágað av illum andum; og hann rak út andarnar við einum orði; og øllum teimum, ið høvdu ilt, hjálpti hann, v17 at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann.»
Tveir, ið vilja fylgja Jesusi
v18 Men tá ið Jesus sá stórar mannamúgvur rundan um seg, beyð hann, at teir skuldu fara yvir um hinumegin. v19 Og har kom fram ein skriftlærdur og segði við hann: «Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» v20 Og Jesus sigur við hann: «Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» v21 Og ein annar av lærusveinunum segði við hann: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» v22 Men Jesus segði við hann: «Fylg tú mær, og lat tey deyðu jarða síni deyðu!»
Jesus blíðkar illveðrið á sjónum
v23 Og tá ið hann steig í bátin, fylgdu honum lærusveinar hansara. v24 Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav. v25 Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: «Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!» v26 Og hann sigur við teir: «Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!» So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn. v27 Men menninir undraðust og søgdu: «Hvør maður er hetta, at bæði vindur og veður eru honum lýðin?»
Jesus hjá Gadarenum
v28 Og tá ið hann var komin yvir um hinumegin í bygdalagið hjá Gadarenum, møttu honum tveir menn við illum andum; teir komu út úr gravarhellunum, ógvuliga ólátaðir, so at eingin kundi sleppa fram tann vegin. v29 Og sí, teir rópaðu og søgdu: «Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs? Ert tú komin higar, áðrenn tíðin er, at pína okkum?» v30 Men langt frá teimum var eitt svínafylgi, sum gekk á biti. v31 Men teir illu andarnir bóðu hann og søgdu: «Um tú rekur okkum út, so lat okkum fara í svínafylgið!» v32 Og hann segði við teir: «Farið!» Men teir fóru út og fóru í svínini; og sí, alt fylgið tusti oman av hamrinum í vatnið og druknaði í vatninum. v33 Men hirðarnir rýmdu og fóru inn í bygdina og søgdu frá øllum, eisini, hvussu monnunum við teimum illu andunum hevði gingist. v34 Og sí, øll bygdin fór út ímóti Jesusi, og tá ið tey sóu hann, bóðu tey hann fara burtur úr bygdaløgum teirra.