Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 9
Ein giktsjúkur
v1 Og hann steig inn í bátin og fór yvirum og kom til sína egnu bygd. v2 Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.» v3 Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: «Hesin maðurin spottar Guð.» v4 Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: «Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? v5 Tí hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar,» ella at siga. «Statt upp og gakk?» v6 Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir» – tá sigur hann við hin giktsjúka: – «Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!» v7 Og hann stóð upp og fór heim til sín sjálvs. v8 Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald.
Matteus kjósaður til lærusvein
v9 Og í tí Jesus fór haðani og gekk longur fram, sá hann ein mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina; og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann stóð upp og fylgdi honum. v10 Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara. v11 Og tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hví etur meistari tykkara saman við tollarum og syndarum?» v12 Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt. v13 Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: «Miskunn mær líkar, og ikki offur.» Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.»
Um føstu
v14 Tá komu til hansara lærusveinar Jóhannesar og søgdu: «Hví halda vit og Fariseararnir stranga føstu, men lærusveinar tínir halda ikki føstu?» v15 Og Jesus segði við teir: «Kunnu brúðmenninir syrgja, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Men teir dagar munnu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta. v16 Eingin setir eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; tí at bótin skræðir meir burtur úr klæðunum, og holið verður verri. v17 Ikki heldur lata menn nýtt vín upp í gamlar leðurfløskur; annars spreingjast leðurfløskurnar, og vínið fer til spillis, og fløskurnar forfarast; men menn lata nýtt vín upp í nýggjar leðurfløskur, og tá goymast báðir partar.»
Dóttir Jairi og konan við blóðsótt
v18 Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.» v19 Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara. v20 Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. v21 Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.» v22 Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund. v23 Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann: v24 «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum. v25 Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp. v26 Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir.
Tveir blindir og ein við illum anda
v27 Og tá ið Jesus fór avstað aftur haðani, gingu tveir blindir menn aftan á honum og rópaðu og søgdu: «Miskunna okkum, Dávids sonur!» v28 Men tá ið hann var komin heim til húsa, komu teir blindu til hansara; og Jesus sigur við teir: «Trúgva tit, at eg kann gera hetta?» Teir siga við hann: «Ja, Harri!» v29 So nam hann við eygu teirra og segði: «So verði tykkum eftir trúgv tykkara!» v30 Og eygu teirra opnaðust. Og Jesus legði teimum ríkan við og segði: «Síggið til, at eingin fær hetta at vita.» v31 Men teir fóru avstað og søgdu tíðindi um hann í øllum bygdunum har um vegir. v32 Men tá ið teir vóru farnir avstað, sí, tá førdu tey til hansara ein dumman mann, sum hevði ein illan anda. v33 Og tá ið hin illi andin var rikin út, talaði hin dummi. Og mannamúgvurnar undraðust á hetta og søgdu: «Ongantíð hevur tílíkt sæst í Ísrael.» v34 Men Fariseararnir søgdu: «Hann rekur út illar andar við høvdinga hinna illu andanna.»
Jesusi tykir synd í fólkinum
v35 Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. v36 Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. v37 Tá sigur hann við lærusveinar sínar: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. v38 Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.»