Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Evangeliið eftir Markus, kapittul 1
Jóhannes doyparin
v1 Upphavið til gleðiboðskapin um Jesus Krist, Guðs son. v2 Líkasum skrivað er hjá Jesaja profeti: «Sí, eg sendi út sendisvein mín framman undan tær; hann skal búgva út veg tín. v3 Røddin á einum, ið rópar í oyðimørk: «Ruddið veg Harrans, beinar gerið leiðir hans!»» v4 Soleiðis steig Jóhannes doyparin fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna. v5 Og heila Júdeuland og alt fólkið í Jerúsalem fór út til hansara, og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí at tey játtaðu syndum sínum. v6 Og Jóhannes var í klæðum av kamelhári, og hann hevði eitt leðurbelti um lendarnar, og hann át grashoppur og villan hunang. v7 Og hann prædikaði og segði: «Aftan á meg kemur hann, ið sterkari er enn eg, og eg eri ikki verðugur at bukka meg niður og loysa tveingir hansara. v8 Eg havi doypt tykkum við vatni; men hann skal doypa tykkum við heilagum anda.»
Jesus verður doyptur
v9 Og tað hendi í teimum døgunum, at Jesus kom úr Nasaret í Galileu og varð doyptur av Jóhannesi í Jórdan. v10 Og við tað sama hann steig upp úr vatninum, sá hann himlarnar opnast og andan sum eina dúgvu stíga oman yvir hann; v11 og ein rødd kom av himlunum: «Tú ert sonur mín, hin elskaði, til tín havi eg tokka!»
Jesus verður freistaður
v12 Og við tað sama dreiv andin hann út í oyðimørkina; v13 og hann var í oyðimørkini fjøruti dagar og varð freistaður av Sátani; og hann var villdjóranna millum, og einglarnir tæntu honum.
Jesus prædikar
v14 Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð v15 og segði: «Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!»
Jesus kjósar sær lærusveinar
v16 Og í tí hann fór gangandi fram við vatninum í Galileu, sá hann Símun og Andrias, bróður Símunar, fáast við at seta gørn á vatninum; tí at teir vóru fiskimenn. v17 Og Jesus segði við teir: «Komið og fylgið mær, og eg skal lata tykkum verða mannafiskimenn.» v18 Og í stundini fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. v19 Og tá ið hann hevði gingið eitt sindur longur fram, sá hann Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara, sum eisini vóru á báti og bøttu gørnini hjá sær. v20 Og við tað sama rópaði hann teir, og teir lótu faðir sín, Sebedeus, verða eftir á bátinum saman við bønarmonnunum, og fóru aftan á honum.
Jesus rekur út illan anda
v21 Og teir fara inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Jesus um hvíludagin inn í samkomuhúsið og lærdi. v22 Og tey vórðu reiðuliga bilsin av læru hansara, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki soleiðis sum teir skriftlærdu. v23 Og nú vildi so til, at har í samkomuhúsi teirra var ein maður við einum óreinum anda; hann skar í róp v24 og segði: «Hvat hava vit við teg at gera, Jesus úr Nasaret? Tú ert komin at oyðileggja okkum; vit kenna teg, hvør tú ert, tú Guðs heilagi.» v25 Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» v26 Og hin óreini andin rykti og skrykti í hann, og rópandi háróp fór hann út úr honum. v27 Og ótti kom á øll, so at tey spurdu hvørt annað og søgdu: «Hvat er hetta? Ein nýggj læra við valdi! Eisini hinum óreinu andunum býður hann, og teir akta hann.» v28 Og tíðindini um hann komu við tað sama út víða hvar í øllum bygdunum har um vegir í Galileu.
Jesus grøðir vermóður Pæturs og onnur
v29 Og alt fyri eitt teir vóru farnir út úr samkomuhúsinum, komu teir inn við hús hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi. v30 Men vermóðir Símunar lá sjúk av hitasótt; og við tað sama orðaðu teir við hann um hana. v31 Og hann gekk fram til hennara og tók í hondina á henni og reisti hana upp; og hitasóttin fór av henni, og hon borðreiddi fyri teimum. v32 Men tá ið kvøldið var komið, eftir sólsetur, komu tey til hansara við øllum teimum, sum høvdu ilt og vóru plágað av illum andum, v33 og øll bygdin var komin saman fyri durunum. v34 Og hann grøddi mong, sum drógust við ymsar sjúkur, og rak út mangar illar andar; og hann gav ikki hinum illu andunum loyvi at tala, tí at teir kendu hann.
Jesus prædikar í Galileu
v35 Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út, og hann fór burtur á ein oyðistað og helt bøn har. v36 Og Símun og teir, sum við honum vóru, skundaðu sær eftir honum; v37 og teir hittu hann og siga við hann: «Øll leita eftir tær!» v38 Og hann sigur við teir: «Latum okkum fara burtur aðrar staðir, til smábygdirnar her í nánd, so at eg kann prædika eisini har; tí at til tess eri eg út farin.» v39 Og hann kom og prædikaði í samkomuhúsum teirra um alt Galileuland og rak út illar andar.
Jesus grøðir spitalskan mann
v40 Og ein spitalskur maður kemur til hansara, bønar hann og fellur á knæ fyri honum og sigur við hann: «Um tú vilt, kanst tú reinsa meg.» v41 Og honum tókti hjartaliga synd í honum, og hann rætti hondina út og nam við hann og sigur: «Eg vil, verð reinur!» v42 Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum, og hann varð reinur. v43 Og hann legði honum ríkan við og koyrdi hann avstað alt fyri eitt v44 og sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum nakað, men far avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína tað, sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum.» v45 Men tá ið hann fór avstað, tók hann at boða almikið frá hesum og at bera hesi tíðindi víða um, so at Jesus ikki longur kundi koma opinlýst inn í nakra bygd; men hann helt seg uttanfyri, úti á óbygdum støðum; og úr øllum ættum komu tey til hansara.