Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Evangeliið eftir Markus, kapittul 10
Jesus talar um hjúnalag og hjúnalagsskilnað
v1 Og hann fór avstað haðani og kemur í bygdirnar í Júdeu og bygdarløgini hinumegin Jórdan; og aftur flokkast mannamúgvur um hann, og sum hann var vanur, lærdi hann tey aftur. v2 Og Fariseararnir komu og spurdu hann fyri at freista hann: «Er tað manni loyviligt at skiljast við konu sína?» v3 Men hann svaraði teimum og segði: «Hvat hevur Móses boðið tykkum?» v4 Men teir søgdu: «Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast við hana.» v5 Men Jesus segði við teir: «Vegna hjartans harðleika tykkara skrivaði hann tykkum hetta boðið; v6 men frá upphavi skapanarinnar skapaði hann tey kall og konu. v7 Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,] v8 og tey bæði skulu verða eitt hold. So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. v9 Tað, sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.» v10 Og heima við hús spurdu lærusveinar hansara hann aftur um hetta. v11 Og hann sigur við teir: «Tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, hann ger seg sekan í hori móti henni; v12 og um hon skilst við mann sín og giftist við einum øðrum, tá drívur hon hor.
Jesus vælsignar smábørnini
v13 Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. v14 Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: «Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. v15 Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.» v16 Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.
Hin ríki maðurin
v17 Og tá ið hann var komin út á vegin, kom ein rennandi og fell á knæ fyri honum og spurdi hann: «Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?» v18 Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður, uttan ein, tað er Guð. v19 Boðini veitst tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; tú mást ikki svíkja; æra faðir tín og móður tína.» v20 Men hann segði við hann: «Meistari, alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.» v21 Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: «Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!» v22 Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. v23 Og Jesus leit seg íkring og sigur við lærusveinar sínar: «Hvør torført er tað hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki!» v24 Men ræðsla kom á lærusveinarnar av orðum hansara. Men Jesus tók aftur til orða og sigur við teir: «Børn míni, hvør torført er tað [hjá teimum, ið seta álit sítt á ríkidømi] at koma inn í Guðs ríki! v25 Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki!» v26 Men teir vórðu ógvuliga óttafullir og søgdu hvør við annan: «Hvør kann tá verða frelstur?» v27 Jesus hugdi upp á teir og sigur: «Hjá monnum er tað ógjørligt, men ikki hjá Guði; tí at alt er gjørligt hjá Guði.»
Lønin
v28 Pætur tók til orða og segði við hann: «Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær.» v29 Jesus segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld, v30 uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív. v31 Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.»
Jesus talar á 3. sinni um líðing sína
v32 Men teir vóru á ferðini niðan til Jerúsalem, og Jesus gekk undan teimum, og teir vóru óttafullir; men tey, ið fylgdust við, vóru bangin. Og hann tók aftur til sín teir tólv og fór at siga teimum tað, sum skuldi verða honum fyri: v33 «Sí, vit eru á gongd niðan til Jerúsalem; og menniskjusonurin skal verða givin upp til høvuðsprestarnar og hinar skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða, og geva hann upp í heidna manna hendur; v34 og teir skulu spotta hann og spýta á hann og húðfleingja hann og drepa hann, og tríggjar dagar aftaná skal hann rísa upp.»
Synir Sebedeusar biðja um heiðurssessir
v35 Og Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, fara fram til hansara og siga við hann: «Meistari, vit ynskja, at tú vilt gera okkum ta bøn, sum vit biðja teg um.» v36 Men hann segði við teir: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?» v37 Men teir søgdu við hann: «Veit okkum, at vit mega sleppa at sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í dýrd tíni!» v38 Men Jesus segði við teir: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg tømi, ella verða doyptir við tí dópi, sum eg verði doyptur við?» v39 Men teir søgdu við hann: «Tað kunnu vit.» Men Jesus segði við teir: «Ta skál, sum eg tømi, skulu tit tøma, og tí dópi, sum eg verði doyptur við, skulu tit verða doyptir við; v40 men at sita við høgru ella vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at veita nøkrum; men tað verður veitt teimum, sum tað er lagað.» v41 Og tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, tóku teir at ilskast inn á Jákup og Jóhannes. v42 Og Jesus rópaði teir til sín og sigur við teir: «Tit vita, at teir, ið hildnir verða høvdingar yvir fólkaflokkum, eiga vald á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. v43 Men soleiðis er ikki hjá tykkum; men tann, ið vil verða stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; v44 og tann, ið vil verða fremstur av tykkum, hann skal vera trælur hjá øllum. v45 Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»
Hin blindi Bartimeus
v46 Og teir koma til Jeriko. Og tá ið hann fór út úr Jeriko og lærusveinar hansara og ein stór mannfjøld við, sat Bartimeus, sonur Timeusar, ein blindur biddari, har við vegin. v47 Og tá ið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nasaret, fór hann at rópa og siga: «Jesus, Dávids sonur, miskunna mær!» v48 Og mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði hvaðna harðari: «Dávids sonur, miskunna mær!» v49 Og Jesus steðgaði og segði: «Rópið hann higar!» Og tey rópa hin blinda og siga við hann: «Hav gott treyst, reis teg upp, hann rópar teg!» v50 Men hann kastaði kappan av sær, sprakk á føtur og kom til Jesus. v51 Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Hvat vilt tú, at eg skal gera tær?» Men hin blindi segði við hann: «Rabbuni, at eg má fáa sjón mína aftur!» v52 Men Jesus segði við hann: «Far tú avstað, trúgv tín hevur frelst teg!» Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum á leið.