Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Evangeliið eftir Markus, kapittul 11
Jesus ríður inn í Jerúsalem
v1 Og tá ið teir nærkast Jerúsalem og koma til Betfage og Betániu við Oljufjallið, sendir hann tveir av lærusveinum sínum undan og sigur við teir: v2 «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum; og alt fyri eitt sum tit koma inn í hana, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum eingin maður enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar. v3 Og um onkur sigur við tykkum: «Hví gera tit hetta?» so sigið: «Harranum tørvar tað, og hann skal senda tað higar aftur við tað sama.» » v4 Og teir fóru og funnu fylið bundið uttan fyri dyrnar úti í túninum, og teir loystu tað. v5 Og nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu við teir: «Hvat gera tit? Loysa tit fylið?» v6 Men teir søgdu við teir, soleiðis sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir so gera. v7 Og teir koma við fylinum til Jesus, og teir leggja klæði síni á tað, og hann setti seg upp á tað. v8 Og mong breiddu kappar sínar á vegin, men onnur leyv, sum tey høvdu slitið á markini. v9 Og tey, ið gingu undan, og tey, ið fylgdu aftaná, rópaðu: «Hosianna! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! v10 Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids! Hosianna í hægsta himli!» v11 Og hann fór inn í Jerúsalem og inn í halgidómin; og tá ið hann hevði hugt at øllum, fór hann út til Betániu við teimum tólv, av tí at tað longu var seint á degi.
Jesus bølbiður fikutræið
v12 Og morgunin eftir, tá ið teir vóru farnir út úr Betániu, kendi hann sær svongd. v13 Og tá ið hann langt burtur sá eitt fikutræ, ið hevði bløð, fór hann hagar at vita, um hann mundi finna okkurt á tí; men tá ið hann kom at tí, fann hann einki uttan bløð; tí at ikki var fikutíð. v14 Og hann tók til orða og segði við tað: «Onga tíð á ævini eti nakar frukt av tær meira!» Og lærusveinar hansara hoyrdu hetta.
Jesus ruddar halgidómin
v15 Og teir koma til Jerúsalem; og hann gekk inn í halgidómin og tók at reka út teir, sum seldu, og teir, sum keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. v16 Og ikki gav hann loyvi til, at nakar bar eitt ílát um halgidómin. v17 Og hann lærdi og segði við teir: «Er ikki skrivað: «Hús mítt skal nevnast eitt bønhús fyri øll fólkasløg?» Men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» v18 Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, og teir hugsaðu um, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum; tí at teir ræddust hann, við tað at øll mannamúgvan stóð bilsin av læru hansara.
Trúarkraftin
v19 Og tá ið komið var at kvøldi, fór hann haðani og út um staðin. v20 Og tá ið teir um morgunin komu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað úr rótini. v21 Og Pæturi kom hetta í hug, og hann sigur við hann: «Rabbi! hygg fikutræið, sum tú bannaði, er følnað.» v22 Og Jesus svaraði og sigur við teir: «Havið trúgv á Guð! v23 Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið,» og ikki ivast í hjarta sínum, men trýr, at so verður, sum hann sigur, tá skal tað verða honum fyri. v24 Tí sigi eg tykkum: «Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri. v25 Og tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara.» [ v26 Men um tit ikki fyrigeva, tá skal faðir tykkara, sum er í himlunum, heldur ikki fyrigeva misgerðir tykkara.»]
Ráðið spyr um vald Jesu
v27 Og teir koma aftur til Jerúsalem; og meðan hann gekk runt í halgidóminum, koma til hansara høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir elstu; v28 og teir søgdu við hann: «Av hvørjum valdi gert tú hetta? Ella hvør hevur givið tær hetta valdið til at gera hetta?» v29 Men Jesus segði við teir: «Eg vil seta tykkum ein spurning, og svarið tit mær, og tá skal eg siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta: v30 Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum? Svarið mær!» v31 Og teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni,» so man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» v32 Men siga vit: «Frá monnum;»» – tað tordu teir ikki fyri fólkinum, av tí at øll hildu Jóhannes av sonnum fyri ein profet. v33 Og teir svaraðu Jesusi og siga: «Vit vita ikki.» Og Jesus sigur við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.»