Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Evangeliið eftir Markus, kapittul 15
Jesus fyri Pilatusi. Jesus og Barabbas
v1 Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann. v2 Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.» v3 Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann. v4 Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.» v5 Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist. v6 Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um. v7 Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi. v8 Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur. v9 Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?» v10 Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann. v11 Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan. v12 Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?» v13 Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!» v14 Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!» v15 Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.
Tornakrýningin
v16 Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina. v17 Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann. v18 Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!» v19 Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann. v20 Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann.
Krossfestingin
v21 Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara. v22 Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður. v23 Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí. v24 Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka. v25 Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann. v26 Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna. v27 Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. [ v28 Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»] v29 Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! v30 Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!» v31 Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! v32 Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð. v33 Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. v34 Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» v35 Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.» v36 Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.» v37 Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan.
Eygnavitni
v38 Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum. v39 Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!» v40 Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, v41 tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem.
Jesus gravlagdur
v42 Og tá ið nú var komið at kvøldi, – og atfangadagur var, tað er dagurin fyri hvíludagin – v43 kom Jósef úr Arimateu, ein mætur ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði Guðs ríki; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi. v44 Men Pilatus undraðist um, at hann longu skuldi vera andaður, og hann kallaði tí herhøvdingan til sín og spurdi hann, um hann longu var andaður. v45 Og tá ið hann hevði fingið tað at vita av herhøvdinganum, læt hann Jósef fáa líkið. v46 Og hann keypti fínt línklæði og tók hann niður og sveipaði hann í línklæðið og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett, og hann velti ein stein fyri gravarmunnan. v47 Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur.