Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Evangeliið eftir Markus, kapittul 16
Eingil kunnger kvinnunum Jesu uppreisn
v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. v3 Og tær søgdu hvør við aðra: «Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?» v4 Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. v5 Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. v6 Men hann sigur við tær: «Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. v7 Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!» v8 Og tær fóru út og flýddu burtur frá grøvini, tí at ótti og ræðsla var komin á tær; og ongum søgdu tær frá nøkrum, tí at tær vóru óttafullar.
Jesus opinberar seg og býður lærusveinum sínum at prædika
[ v9 Men tá ið hann var risin upp árla hin fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, henni, sum hann hevði rikið sjey illar andar út úr. v10 Hon fór og boðaði hetta fyri teimum, sum høvdu verið saman við honum, og sum syrgdu og grótu. v11 Og tá ið teir hoyrdu, at hann var livandi og var sæddur av henni, trúðu teir tí ikki. v12 Men eftir hetta opinberaðist hann í einum øðrum líki fyri tveimum av teimum, meðan teir vóru á gongd út á bygd. v13 Og hesir fóru og boðaðu hinum hetta. Men heldur ikki teimum trúðu teir. v14 Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu, meðan teir sótu til borðs, og hann átalaði teir fyri vantrúgv og hjartans harðleika teirra, at teir ikki høvdu trúð teimum, sum høvdu sæð hann upprisnan. v15 Og hann segði við teir: «Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! v16 Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. v17 Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í navni mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; v18 tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.»
Jesu himmalsferð
v19 Síðan varð Harrin, eftir tað at hann hevði talað við teir, tikin upp til himmals, og hann settist við høgru hond Guðs. v20 Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu.]