Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Evangeliið eftir Markus, kapittul 3
Jesus grøðir mann við visnari hond
v1 Og hann fór aftur inn í eitt samkomuhús, og har var ein maður, sum hevði eina visna hond. v2 Og teir góvu honum væl gætur, um hann mundi grøða hann um hvíludagin, til tess at teir kundu fáa okkurt at klaga hann fyri. v3 Og hann sigur við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Kom fram higar í miðjuna!» v4 Og hann sigur við teir: «Er tað loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella týna?» Men teir tagdu. v5 Og hann hugdi runt íkring at teimum í vreiði, harmfullur um hjartans harðleika teirra, og sigur við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hondin á honum varð frísk aftur. v6 Men Fariseararnir fóru út, og við tað sama gingu teir saman í ráð við Heródesarmenn ímóti honum, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum.
Jesus grødir aðrar sjúkur
v7 Og Jesus fór við lærusveinum sínum út at vatninum, og stór mannamúgva úr Galileu fylgdi eftir; og úr Júdeu v8 og úr Jerúsalem og úr Idumeu og úr landinum hinumegin Jórdan og úr bygdaløgunum við Týrus og Sidon komu til hansara stórar mannamúgvur, tá ið tey hoyrdu, hvørji stórverk hann gjørdi. v9 Og hann segði við lærusveinar sínar, at ein bátur skuldi vera til reiðar til hansara fyri mannamúgvunnar skuld, fyri at tey ikki skuldu troðka seg inn á hann; v10 tí at hann grøddi mong, so at tey tustu saman um hann, øll tey, sum høvdu plágur, at tey kundu nema við hann. v11 Og hinir óreinu andarnir fullu til jarðar fyri honum, tá ið teir bóru eyga við hann, og rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» v12 Og hann legði teimum ríkan við, at teir ikki skuldu gera hann kunnan.
Jesus velur sær tólv lærusveinar
v13 Og hann gongur niðan á fjallið og kallar til sín teir, sum hann sjálvur vildi; og teir fóru til hansara. v14 Og hann skilaði tólv til, at teir skuldu vera hjá honum, og at hann kundi senda teir út at prædika v15 og at hava vald til at reka út illar andar. v16 Og hann tilskilaði hesar tólv: Símun, sum hann gav navnið Pætur; v17 og Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður Jákups, – og hann gav teimum báðum navnið Boanerges, tað merkir: torusynir; – v18 og Andrias og Filippus og Bartolomeus og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Taddeus og Símun Kánanearan v19 og Judas Iskarjot, tann sama, sum sveik hann.
Jesus verður lagdur undir at hava samlag við Beelsebul, talar um spott móti andanum
v20 Og hann kemur heim, og aftur kemur ein mannfjøld saman, so at teir ikki kundu so mikið sum fáa matnáðir. v21 Og tá ið hansara egnu húsfólk hoyrdu hetta, fóru tey út at taka hann, tí at tey søgdu: «Hann hevur mist vitið!» v22 Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: «Beelsebul er í honum!» og «Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.» v23 Og hann kallaði teir til sín og segði til teirra í líknilsum: «Hvussu kann Sátan reka út Sátan? v24 Og um eitt ríki er komið í ósemju við seg sjálvt, tá kann tað ríkið ikki standa við; v25 og um eitt hús er komið í ósemju við seg sjálvt, tá man tað húsið ikki kunna standa við. v26 Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum. v27 Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara. v28 Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta; v29 men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.» v30 Tí at teir søgdu: «Ein óreinur andi er í honum.»
Jesu rætta skyldfólk
v31 Og móðir hansara og brøður hansara koma, og tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til hansara, at tey vildu hitta hann. v32 Og ein mannfjøld sat rundan um hann, og tey siga við hann: «Hygg, móðir tín og brøður tínir [og systrar tínar] eru uttanfyri og spyrja eftir tær!» v33 Og hann svaraði teimum og segði: «Hvør er móðir mín og brøður mínir?» v34 Og í tí hann hugdi rundan um seg at teimum, ið sótu runt íkring hann, sigur hann: «Sí, her er móðir mín og brøður mínir! v35 Tí at hvør tann, ið ger Guðs vilja, hann er bróðir mín og systir og móðir.»