Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Evangeliið eftir Markus, kapittul 4
Líknilsið um sáðmannin
v1 Og hann tók undir aftur at læra úti við vatnið. Og ein óføra stór mannamúgva kemur saman um hann, so at hann noyddist at fara út í ein bát og setast har úti á vatninum; og øll mannamúgvan var inni á landi niðri við vatnið. v2 Og hann lærdi tey mangt í líknilsum og segði við tey í læru síni: v3 «Lýðið á! Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. v4 Og tað bar so til, í tí hann sáaði, at sumt sáðið fell fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp; v5 og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold, og tað rann skjótt upp, við tað at har ikki var djúplent. v6 Og tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. v7 Og sumt fell millum tornir, og tornirnar runnu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst. v8 Og sumt fell í góða jørð, og tað kom upp og vaks og bar ávøkst og gav av sær tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.» v9 Og hann segði: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»
Jesus nýtir líknilsi
v10 Og tá ið hann varð einsamallur, spurdu teir, sum vóru um hann umframt teir tólv, hann um líknilsini. v11 Og hann segði við teir: «Tykkum eru Guðs ríkis loyndarmál givin; men til teirra, ið uttanfyri eru, kemur alt í líknilsum, v12 til tess at tey, tó at tey síggja, skulu síggja og ikki skilja, og tó at tey hoyra, skulu hoyra og ikki fata, so at tey aldri mega venda um og teimum verða fyrigivið.»
Líknilsið um sáðmannin
v13 Og hann sigur við teir: «Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá vita øll hini líknilsini? v14 Sáðmaðurin sáar orðið. v15 Men hesi við vegin eru tey, har sum orðið verður sáað, og tá ið tey hava hoyrt tað, kemur Sátan við tað sama og tekur orðið burtur, sum var sáað í tey. v16 Og somuleiðis hini, ið sáað eru í gaddajørð; tað eru tey, sum, tá ið tey hoyra orðið, straks taka ímóti tí við gleði; v17 men tey hava ikki rót í sær, men halda bert á eina tíð; kemur tá trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, taka tey sær meinboga í stundini. v18 Og har eru onnur, ið sáað eru millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið, v19 og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð og girndirnar eftir øllum øðrum treingja seg inn og køva orðið, og tað verður fruktaleyst. v20 Men hini, sum sáað vóru í góða jørð, tað eru tey, ið hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst, tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.»
Rætta móttøka orðsins
v21 Og hann segði við teir: «Man ljósið koma inn fyri at verða sett undir skeppumálið ella undir seingina? Man ikki fyri at verða sett í ljósastakan? v22 Tí at ikki er nakað loynt, uttan fyri at koma upp; heldur ikki varð tað dult, uttan fyri at koma í ljósmála. v23 Um onkur hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!» v24 Og hann segði við teir: «Gevið gætur eftir, hvat tit hoyra. Við tí máli, sum tit mála, skal tykkum verða mált, og tit skulu eisini fáa umframt. v25 Tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.»
Líknilsið um sáðið, ið grør
v26 Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, v27 og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; v28 av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. v29 Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.»
Líknilsið um sinopskornið
v30 Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? v31 Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; v32 men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.» v33 Og í mongum slíkum líknilsum talaði hann orðið til teirra, soleiðis sum tey vóru før fyri at fata tað. v34 Men uttan líknilsi talaði hann ikki til teirra, men einsæris legði hann alt út fyri sínum egnu lærusveinum.
Óveðrið á vatninum
v35 Og sama dagin, tá ið komið var at kvøldi, sigur hann við teir: «Latum okkum fara yvirum!» v36 Og teir fara frá mannamúgvuni og taka hann við sær í bátin, sum hann var; men eisini aðrir bátar vóru í ferðini við honum. v37 Og harðveður brast á, og aldurnar skolaðu inn í bátin, so at báturin var um at fyllast. v38 Og sjálvur lá hann í bakskutinum og svav á einum kodda; og teir vekja hann og siga við hann: «Meistari, leggur tú ikki í, at vit ganga burtur?» v39 Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið: «Tig, ver kvirt!» Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn. v40 Og hann segði við teir: «Hví eru tit so ræddir? Hava tit enn onga trúgv?» v41 Og teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: «Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?»