Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Evangeliið eftir Markus, kapittul 6
Jesus kemur til Nasaret
v1 Og hann fór burtur haðani, og hann kemur í fedrabygd sína, og lærusveinar hansara fylgja honum. v2 Og tá ið hvíludagurin kom, tók hann at læra í samkomuhúsinum, og mong, sum lýddu á hann, undraðust stórliga og søgdu: «Hvaðani man hann hava hetta? Og hvat er tað fyri vísdómur, sum honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, sum henda við hondum hansara! v3 Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og bróðir Jákups og Jósesar og Judasar og Símunar? Og eru ikki systrar hansara her hjá okkum!» Og tey tóku sær ilt av honum. v4 Og Jesus segði við tey: «Ein profetur er ikki vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!» v5 Og hann kundi ikki har gera nakra kraftargerð, undantikið at hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey. v6 Og hann undraðist á vantrúgv teirra. Og hann ferðaðist bygd úr bygd har um vegir og lærdi.
Jesus sendir út teir tólv
v7 Og hann rópaði teir tólv til sín, og fór at senda teir út, tveir og tveir, og gav teimum vald á hinum óreinu andunum. v8 Og hann beyð teimum, at teir einki skuldu taka við á ferðini uttan bert stav, ikki breyð, ikki klæðsekk, ikki koparpening í beltinum; v9 men tó skuldu teir vera í skóm; og: «Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!» v10 Og hann segði við teir: «Hvar tit so koma inn í eini hús, tá verðið har, til tit fara avstað aftur haðani. v11 Og hvør tann staður, sum ikki tekur ímóti tykkum og ikki hoyrir tykkum, – farið burtur haðani og ristið dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» v12 Og teir fóru út og prædikaðu, at tey skuldu venda um; v13 og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.
Jóhannes doyparin tikin av lívi
v14 Og Heródes kongur frætti hetta, tí at navn hansara var vorðið víða gitið; og hann segði: «Jóhannes doyparin er risin upp frá deyðum, og av teirri grund virka krefturnar í honum.» v15 Summi søgdu: «Tað er Elia;» og summi søgdu: «Tað er ein profetur, rætt sum ein av profetunum.» v16 Men tá ið Heródes frætti tað, segði hann: «Tann Jóhannes, sum eg læt hálshøgga, er risin upp.» v17 Tí at sami Heródes hevði sent út menn og tikið Jóhannes og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara; tí at hann hevði gift seg við henni; v18 tí at Jóhannes hevði sagt við Heródes: «Tað er tær ikki loyviligt at hava konu bróður tíns.» v19 Men Heródias hevði agg til hansara og ætlaði at fáa hann tiknan av døgum; men hon fekk tað ikki framt; v20 tí at Heródes hevði ótta fyri Jóhannesi, av tí at hann visti, at hann var ein rættvísur og heilagur maður; og hann vardi hann; og hvørja ferð hann lýddi á hann; varð hann í døpurhuga um mangar lutir, og hann lýddi fegin á hann. v21 Men so kom ein lagaligur dagur, tá ið Heródes á føðingardegi sínum gjørdi veitslu fyri stórmonnum sínum og herhøvdingunum og hinum frægastu monnunum í Galileu, v22 og dóttirin hjá sjálvari Heródias kom innar og dansaði. Og Heródesi og gestunum líktist væl á hana. Og kongurin segði við gentuna: «Bið meg um, hvat tú vilt, og eg skal geva tær tað.» v23 Og hann svór henni og segði: «Hvat tú so biður um, vil eg geva tær, líka til helmingin av ríki mínum.» v24 Og hon fór uttar og segði við móður sína: «Hvat skal eg biðja um?» Men hon segði: «Um høvd Jóhannesar doyparans!» v25 Og alt fyri eitt fór hon skundisliga innar til kongin og bað hann og segði: «Eg vil, at tú nú í stundini gevur mær høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» v26 Og tó at kongurin gjørdist tungur í huga, vildi hann ikki synja henni fyri eiðanna og gestanna skuld. v27 Og við tað sama sendi kongurin ein vaktarmann avstað og beyð honum at heimta høvd hansara. v28 Og hann fór og hálshøgdi hann í fangahúsinum, og hann kom aftur við høvdi hansara á einum fati og gav gentuni tað, og gentan gav móður síni tað. v29 Og tá ið lærusveinar hansara frættu tað, komu teir og tóku lík hansara upp og løgdu tað í eina grøv.
Jesus mettar 5000
v30 Og ápostlarnir komu saman aftur hjá Jesusi, og teir søgdu honum frá øllum tí, sum teir høvdu gjørt, og øllum tí, sum teir høvdu lært. v31 Og hann sigur við teir: «Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur.» Tí at har vóru mong, sum komu og fóru, og teir fingu ikki so frægt sum matnáðir. v32 Og teir fóru við bátinum burtur í ein óbygdan stað, einsamallir. v33 Og fólk sóu teir fara avstað, og nógv kendu teir, og tey flokkaðust saman hagar til gongu úr øllum bygdunum, og tey komu undan teimum. v34 Og tá ið hann kom upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, tí at tey vóru sum seyðir, ið ongan hirða hava; og hann tók undir at læra tey mangt. v35 Og tá ið tað longu fór at verða væl fram, komu lærusveinar hansara til hansara og søgdu: «Staðurin er óbygdur, og tað er longu væl fram. v36 Lat tey fara frá tær, so at tey kunnu koma til garðarnar og bygdirnar her í nánd og keypa sær okkurt at eta.» v37 Men hann svaraði og segði við teir: «Gevið tit teimum at eta.» Og teir siga við hann: «Skulu vit fara avstað og keypa fyri tvey hundrað denarar í breyði og geva teimum at eta?» v38 Men hann sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!» Og tá ið teir høvdu hugt eftir, siga teir: «Fimm, og tveir fiskar.» v39 Og hann bað teir lata øll setast niður í hitt grøna grasið, samlag við samlag. v40 Og tey settust niður í flokkum, hundrað í summum, og fimmti í summum. v41 Og hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini og fekk lærusveinunum tey at bera teimum; og báðar fiskarnar býtti hann eisini sundur ímillum øll. v42 Og tey fingu sær øll og vórðu mett. v43 Og teir hentaðu upp í tólv fullar tægur av molum, eisini av fiskunum. v44 Og teir, sum etið høvdu breyðini, vóru fimm túsund menn í tali.
Jesus gongur eftir vatninum
v45 Og við tað sama noyddi hann lærusveinar sínar at fara í bátin og fara undan yvir um hinumegin til Betsajdu, meðan hann sjálvur læt mannfjøldina fara frá sær. v46 Og tá ið hann var skilstur frá teimum, fór hann niðan á eitt fjall at halda bøn. v47 Og tá ið kvøldið var komið, var báturin mitt úti á vatninum, og hann einsamallur inni á landi. v48 Og hann sá, at tað var strævið hjá teimum at vinna fram, tí at teir høvdu andróður, og um fjórðu náttarvøku kemur hann til teirra gangandi eftir vatninum og ætlaði at ganga fram um teir. v49 Men tá ið teir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, hildu teir tað vera eitt spøkilsi, og teir rópaðu við; v50 tí at allir sóu hann, og teir ræddust. Men í somu stund talaði hann til teirra og sigur við teir: «Havið gott treyst! Tað eri eg; óttist ikki!» v51 Og hann steig inn í bátin til teirra, og vindurin makaði. Og teir vórðu rættiliga ovfarnir av bilsni. v52 Tí at teir høvdu ikki skilt tað, sum hent var við breyðunum; men hjarta teirra var hert.
Mong verða grødd
v53 Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret og løgdu at har. v54 Og alt fyri eitt teir vóru komnir upp á land úr bátinum, kendu fólk hann, v55 og tey runnu um alt bygdarlagið har og fóru at bera sjúklingarnar í seingjum aftur og fram, har sum tey hoyrdu, at hann var. v56 Og hvar hann so kom, til bygdar ella til staðar ella til garðs, har løgdu tey hini sjúku á torgini og bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.