Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Evangeliið eftir Markus, kapittul 7
Reint og óreint hjá Farisearum
v1 Og Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, ið komnir vóru frá Jerúsalem, koma saman til hansara. v2 Og tá ið teir sóu, at nakrir av lærusveinum hansara fingu sær at eta við vanhalgaðum hondum, tað er, við ótváaðum hondum; – v3 tí at Fariseararnir og allir Jødar fáa sær ikki at eta, uttan teir væl og virðiliga hava tváað sær um hendurnar, við tað at teir halda fast við gamlan fedranna sið; v4 og tá ið teir koma heim av torgi, fáa teir sær ikki mat, uttan teir hava tváað sær áður; og mangt annað er, sum teir hava tikið sær fyri at halda fast við, reinsan av bikarum og konnum og koparketlum og beinkjum – v5 tá spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu hann: «Hví fylgja lærusveinar tínir ikki gomlum fedranna siði, men fáa sær mat við vanhalgaðum hondum?» v6 Men hann segði við teir: «Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tykkara falsarar, soleiðis sum skrivað stendur: «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. v7 Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.» v8 Tit skoyta ikki Guðs boðum, men halda fast við mannasiðir.» v9 Og hann segði við teir: «Tað er prýðiligt av tykkum, at tit taka Guðs boð av, til tess at tit kunnu halda fast við sið tykkara. v10 Tí at Móses hevur sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» v11 Men tit siga: «Um ein maður sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í frá mær, skal vera ein korban (tað er: ein tempulgáva)», v12 so loyva tit honum ikki longur at gera nakað fyri faðir sín ella móður sína, v13 við tað at tit taka Guðs orð av við siðum tykkara, sum tit hava ásett. Og mangt annað tílíkt gera tit.» v14 Og hann kallaði aftur til sín mannamúgvuna og segði við tey: «Hoyrið meg øll og fatið! v15 Einki er uttan fyri menniskjuna, sum kann gera hana óreina, um tað fer inn í hana; men tað, sum fer út úr menniskjuni, tað er tað, sum ger hana óreina. v16 [Um nakar hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!»] v17 Og tá ið hann var komin inn við hús burtur frá mannamúgvuni, spurdu lærusveinar hansara hann um hetta líknilsið. v18 Og hann sigur við teir: «Eru tit við so skilaleysir? Skilja tit ikki, at alt tað, sum uttarífrá fer inn í menniskjuna, ikki kann gera hana óreina; v19 tí at tað fer ikki inn í hjarta hennara, men í magan, og fer út, har sum tað eigur at fara; og soleiðis verður øll føði rein.» v20 Men hann segði: «Tað, ið fer út úr menniskjuni, tað ger menniskjuna óreina; v21 tí at innanfrá úr mannahjartanum koma út illar hugsanir, siðloysi, tjóvskapur, manndráp, v22 hordómur, ágirnd, illskapur, svik, ólíkligskapur, øvund, spottan, hugmóð, óspekt. v23 Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjuna óreina.»
Kánaneiska konan
v24 Og hann stóð upp og fór burtur haðani til bygdarløgini við Týrus. Og hann fór inn í eini hús og vildi ikki, at nakar skuldi vita av; men hann kundi ikki vera duldur. v25 Men við tað sama ein kona hoyrdi tíðindi um hann, – hon átti eina lítla dóttur, sum hevði ein óreinan anda – kom hon og fell honum til fóta. v26 Men konan var griksk (tað er: heiðin, ættað úr Sýrofønikíu); og hon bað hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni. v27 Og hann segði við hana: «Lat fyrst børnini eta seg mett; tí at tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.» v28 Men hon svaraði og sigur við hann: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó undir borðinum av molunum hjá børnunum.» v29 Og hann segði við hana: «Fyri hatta orðið kanst tú fara heim aftur. Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.» v30 Og hon fór avstað, heim til hús hjá sær sjálvari, og fann barnið liggjandi í seingini, og hin illi andin var út farin.
Ein deyvur grøddur
v31 Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis. v32 Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann. v33 Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara. v34 Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» – tað er: Opna teg! v35 Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið. v36 Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá. v37 Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»