Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Evangeliið eftir Markus, kapittul 8
Jesus mettar 4000
v1 Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: v2 «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. v3 Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.» v4 Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?» v5 Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.» v6 Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni. v7 Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um. v8 Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops. v9 Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað.
Fariseararnir krevja tekin av himni
v10 Og við tað sama fór hann aftur í bátin við lærusveinum sínum og kom til bygdarløgini við Dalmanuta. v11 Og Fariseararnir komu út og tóku at trætast við hann og kravdu av honum eitt tekin av himni fyri at freista hann. v12 Og hann stundi tungliga í anda sínum og sigur: «Hví krevur henda slektin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt!» v13 Og hann fór frá teimum, steig umborð aftur og fór yvir um hinumegin.
Súrdeiggj Farisearanna
v14 Og teir høvdu gloymt at taka breyð við sær, og teir høvdu ikki meira enn eittans breyð við sær á bátinum. v15 Og hann álegði teimum og segði: «Ansið eftir, varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!» v16 Og teir hugsaðu við sær sjálvum: «Tað man vera, tí at vit einki breyð hava við.» v17 Og tá ið hann varð varur við hetta, sigur hann við teir: «Hví hugsa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Skyna tit ikki enn, ella skilja tit ikki? Er hjartað í tykkum hert? v18 Hava tit eygu og síggja ikki? Og hava tit oyru og hoyra ikki? Og kemur tykkum ikki í hug? v19 Hina ferðina, tá ið eg breyt hini fimm breyðini sundur til tey fimm túsund, hvussu mangar tægur hentaðu tit tá fullar av molum?» Teir siga við hann: «Tólv.» v20 «Og hina ferðina, tá ið eg breyt hini sjey breyðini sundur til tey fýra túsund, hvussu mangar fullar tægur hentaðu tit tá uppí av molum?» Og teir siga við hann: «Sjey.» v21 Og hann segði við teir: «Fata tit ikki enn?»
Hin blindi í Betsajdu
v22 Og teir koma til Betsajdu. Og tey leiða ein blindan mann til hansara og biðja hann um at nema við hann. v23 Og hann tók í hondina á hesum blinda manninum og leiddi hann út um bygdina; og hann spýtti í eyguni á honum og legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað. v24 Og hann hugdi upp og segði: «Eg síggi fólkini; tí at eg hómi tey ganga íkring, rætt sum trø.» v25 So legði hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og tá fekk hann fulla sjón og varð heilt frískur aftur og kundi síggja alt skilliga. v26 Og hann sendi hann heim til sín og segði: «Tú mást ikki fara inn í bygdina, [og heldur ikki mást tú siga nøkrum í bygdini frá.»]
Kristusjáttan Pæturs
v27 Og Jesus og lærusveinar hansara fóru út til smábygdirnar uttan um Kesarea Filippi; og á veginum spurdi hann lærusveinar sínar og segði við teir: «Hvønn siga menn meg vera?» v28 Og teir svaraðu honum og søgdu: «Jóhannes doyparan; og summir: Elia, men summir: ein av profetunum!» v29 Og hann spurdi teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Pætur svaraði og sigur við hann: «Tú ert Kristus.» v30 Og hann legði teimum ríkan við, at teir ongum máttu siga hetta um hann.
Jesus boðar líðing sína á fyrsta sinni
v31 Og hann tók at læra teir, at menniskjusonurin átti at líða mangt og at verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og at verða sligin í hel og tríggjar dagar aftaná at rísa upp. v32 Og hetta segði hann beint fram. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum. v33 Men hann vendi sær við og hugdi upp á lærusveinar sínar og fanst at Pæturi og sigur: «Vík aftur um meg, Sátan! tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.»
At fylgja Jesusi og avnokta seg sjálvan
v34 Og hann rópaði mannamúgvuna til sín saman við lærusveinum sínum og segði við tey: «Hvør tann, ið vil fylgja aftan á meg, hann skal avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín og fylgja mær. v35 Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað, men tann, ið missir lív sítt fyri mínar og gleðiboðskaparins sakir, skal bjarga tí. v36 Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni? v37 Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? v38 Tí at tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.» (9,1) Og hann segði við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki vera komið við kraft.»