Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Evangeliið eftir Markus, kapittul 9
Jesus umbroytist á fjallinum
v2 Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes við sær og fer við teimum einsamøllum fyri seg sjálvan niðan á eitt høgt fjall; og hann umbroyttist fyri eygum teirra. v3 Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey. v4 Og Elia saman við Mósesi sýndi seg fyri teimum, og teir vóru í samtalu við Jesus. v5 Og Pætur tók til orða og sigur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» v6 Tí at hann visti ikki, hvat hann átti at siga, tí at teir vórðu heilt óttafullir. v7 Og eitt skýggj kom og skuggaði yvir teimum, og ein rødd kom út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði. Lýðið á hann!» v8 Og í sama viðbragdi, tá ið teir litu um seg, sóu teir ongan meira uttan Jesus einsamallan hjá teimum. v9 Og meðan teir gingu oman av fjallinum, álegði hann teimum ikki at siga nøkrum frá tí, sum teir høvdu sæð, fyrr enn menniskjusonurin var risin upp frá deyðum. v10 Og teir løgdu sær hetta orðið í geyma, og teir spurdu hvør annan sín ámillum, hvat tað mundi vera at rísa upp frá deyðum.
Jóhannes doyparin sum Elia, ið koma skal
v11 Og teir spurdu hann og søgdu: «Hvussu kann tað bera til, at Fariseararnir og hinir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?» v12 Men hann segði við teir: «Elia kemur fyrst og førir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um menniskjusonin? At hann skal líða mangt og verða vanvirdur. v13 Men eg sigi tykkum, at bæði er Elia komin, og teir hava gjørt við hann alt, sum teir vildu, soleiðis sum skrivað stendur um hann.»
Ein drongur við málleysum anda verður grøddur
v14 Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir. v15 Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum. v16 Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?» v17 Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda; v18 og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.» v19 Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!» v20 Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin. v21 Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum. v22 Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.» v23 Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.» v24 Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!» v25 Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!» v26 Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður. v27 Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur. v28 Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?» v29 Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].»
Jesus talar á øðrum sinni um líðing sína
v30 Og teir fóru burtur haðani og ferðaðust um Galileu; og hann vildi ikki, at nakar skuldi vita av tí; v31 tí at hann lærdi lærusveinar sínar og segði við teir: «Menniskjusonurin verður givin upp í mannahendur; og tey skulu drepa hann, og tá ið hann er dripin, skal hann tríggjar dagar aftaná rísa upp.» v32 Men teir fataðu ikki hesa talu, og teir tordu ikki at spyrja hann.
Tann størsti skal vera tænari
v33 Og teir komu til Kapernaum; og tá ið hann var komin heim til húsa, spurdi hann teir: «Hvat var tað, sum tit talaðu saman um á veginum?» v34 Men teir tagdu; tí at teir høvdu talað sín ámillum á veginum um, hvør teirra var størstur. v35 Og hann settist niður og kallaði teir tólv til sín og sigur við teir: «Um onkur vil vera fremstur, tá skal hann vera seinastur av øllum og tænari hjá øllum.» v36 Og hann tók eitt lítið barn og setti tað inn ímillum teirra, og hann tók tað í føvningin og segði við teir: v37 «Tann, ið tekur móti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur móti mær; og tann, ið tekur móti mær, hann tekur ikki móti mær, men honum, ið sendi meg.»
Ein fremmandur rekur út illar andar í Jesu navni
v38 Jóhannes segði við hann: «Meistari, vit sóu ein mann, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar við navni tínum; og vit meinaðu honum tað, av tí at hann ikki fylgdi okkum.» v39 Men Jesus segði: «Meinið honum tað ikki, tí at tann er eingin, sum ger kraftargerð við mínum navni og beint aftaná kann tala illa um meg. v40 Tí at tann, sum ikki er ímóti okkum, hann er við okkum. v41 Tí at tann, sum gevur tykkum eina skál av vatni at drekka í mínum navni, av tí at tit hoyra Kristi til, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal ikki missa løn sína.
Meinbogi fyri teimum smáu
v42 Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið. v43 Og um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin. v44 Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. v45 Og um fótur tín freistar teg, tá høgg hann av; tí at betri er tær at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føtur og verða kastaður í helviti. v46 Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. v47 Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betur er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti? v48 Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. v49 Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, [eins og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.] v50 Saltið er gott; men um saltið verður dovið, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraft aftur? Havið salt í sjálvum tykkum og haldið frið tykkara millum!»