Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 12
Súrdeiggj Farisearanna
v1 Men um tað mundið, tá ið mannfjøldin hevði tyrpst saman í túsundtali, so at hvør varð undir traðkaður av øðrum, tók hann til orða og segði við lærusveinar sínar: «Varið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, tí at tað er svik og fals. v2 Men einki er fjalt, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. v3 Tess vegna skal alt tað, sum tit hava talað í myrkri, verða hoyrt í ljósi, og tað, sum tit hava lýtt í oyruni í kømrum, verða kunngjørt uppi á tekjunum.
Óttist ikki ...
v4 Men eg sigi tykkum, vinir mínir, óttist ikki teir, sum sláa likamið í hel og so ikki longur eru mentir at gera nakað meir; v5 men eg skal sýna tykkum, hvønn tit skulu óttast. Óttist hann, sum aftan á at hann hevur dripið, hevur vald til at kasta í helviti. Ja, tað sigi eg tykkum, óttist hann. v6 Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir skillingar? og ikki ein teirra er tó gloymdur hjá Guði. v7 Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, so eru tey tøld øll somul. Óttist ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar. v8 Men eg sigi tykkum: Hvør tann, sum kennist við meg fyri monnum, hann skal eisini menniskjusonurin kennast við fyri einglum Guðs. v9 Men tann, sum avnoktar meg fyri monnum, hann skal verða avnoktaður fyri einglum Guðs. v10 Og hvør tann, sum mælir orð móti menniskjusoninum, honum skal tað verða fyrigivið; men honum, sum talar spottandi móti andanum heilaga, skal tað ikki verða fyrigivið. v11 Men tá ið tey fara við tykkum inn í samkomuhús síni og inn fyri teir, sum ráðið og valdið hava í landinum, tá stúrið ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga. v12 Tí at heilagi andin skal læra tykkum á somu stund tað, sum tit eiga at siga.»
Hin ríki bóndin
v13 Men nakar úr mannfjøldini segði við hann: «Meistari, sig við bróður mín at skifta arvin við meg!» v14 Men hann segði við hann: «Maður, hvør hevur sett meg til dómara ella skiftingarmann tykkara millum?» v15 Og hann segði við tey: «Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.» v16 Men hann segði teimum eitt líknilsi: «Eina ferð var ein ríkur maður, og jørðin hjá honum hevði fruktað ógvuliga væl. v17 Og hann hugsaði við sær sjálvum og helt fyri: «Hvat skal eg gera? Tí at eg havi ikki húsarúmd, so at eg fái beint fyri grøði míni.» v18 Og hann segði: «Hetta vil eg gera; eg vil bróta niður løður mínar og byggja aðrar størri, og har skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt.» v19 Og eg vil siga við sál mína: «Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað!» v20 Men Guð segði við hann: «Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?» v21 Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði.»
Stúrið ikki ...
v22 Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tí sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu fáa at eta; ikki heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fáa at fara í. v23 Lívið er meira enn maturin, og likamið meira enn klæðini. v24 Gevið gætur eftir ravnunum; teir hvørki sáa ella heysta, teir hava hvørki hjall ella løðu, og Guð føðir teir. Hvussu nógv eru ikki tit mætari enn fuglarnir. v25 Men hvør tykkara kann við stúran síni leggja eina alin aftur at hædd síni? v26 Tá ið tit nú ikki eru førir fyri tí minsta, hví stúra tit tá fyri øllum hinum? v27 Gevið gætur eftir liljunum, hvussu tær vaksa; tær arbeiða ikki, hvørki spinna ella veva; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. v28 Men tá ið Guð soleiðis klæðir grasið á markini, sum stendur í dag, men í morgin verður blakað í ovnin, hvør mikið meira tá tykkum, tit fátrúnu! v29 Og spyrjið tit tí ikki um, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka, og verið ikki hugfalnir! v30 Tí at um alt hetta er tað, at heidningarnir í heiminum spyrja; men faðir tykkara veit, at tykkum tørvast hetta. v31 Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt. v32 Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið! v33 Seljið ognarlutir tykkara og gevið olmussu. Gerið tykkum pungar, sum ikki verða slitnir, ein skatt, sum ikki minkar, í himlunum, har sum tjóvur ikki kemur at, og ei heldur mølur etur upp; v34 tí at har sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.
Verið búnir ...
v35 Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara veri brennandi! v36 Og verið tit sjálvir líkir monnum, sum bíða eftir húsbónda sínum, tá ið hann kemur heim aftur úr brúdleypi, at teir við tað sama, tá ið hann kemur og bankar á dyrnar, kunnu lata honum upp. v37 Sælir eru teir húskallar, sum húsbóndin finnur vakandi, tá ið hann kemur. Sanniliga sigi eg tykkum, at hann man gyrða seg og seta teir til borðs og fara at borðreiða fyri teimum. v38 Og um hann kemur á miðjari nátt, og um hann kemur í lýsing og finnur teir soleiðis, sælir eru teir. v39 Men hetta skilja tit, at hevði húsbóndin vitað, hvønn tíma tjóvurin kom, tá mundi hann vakið og ikki latið verið innbrot í hús síni. v40 So verið tit tá búnir, tí at tann tíma, sum tit ikki halda, kemur menniskjusonurin!» v41 Men Pætur segði við hann: «Harri, er tað okkum, tú sigur hetta líknilsi, ella øllum øðrum eisini?» v42 Og Harrin segði: «Hvør er tá hin trúgvi og hygni húskallur, sum húsbóndin man seta yvir húsfólk sítt at geva teimum verðir teirra á rættum tíma? v43 Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin finnur gerandi soleiðis, tá ið hann kemur. v44 Sanniliga sigi eg tykkum, hann skal seta hann yvir øllum tí, hann eigur. v45 Men um hesin sami húskallur sigur í hjarta sínum: «Húsbóndi mín man verða drúgvur at koma;» og hann tá fer at sláa dreingirnar og arbeiðiskonurnar og at eta og drekka og stoyta seg fullan, v46 tá skal húsbóndin hjá tí húskalli koma ein dag, hann ikki væntar, og ein tíma, hann ikki veit av, og høgga hann sundur í tógvar lutir og lata hann fáa lut sín við hinum ótrúgvu. v47 Men tann húskallur, sum veit vilja húsbónda síns og einki hevur gjørt til reiðar ella gjørt eftir vilja hansara, skal fáa mong høggini; v48 men tann, sum ikki veit hann, og hevur gjørt tað, ið er høgg vert, skal fáa fá høggini. Men av einum og hvørjum, sum mikið er givið, skal mikið verða kravt, og einum og hvørjum, sum mikið er litið til, skal tess meira verða kravt av.
Evangeliið skal elva stríð
v49 Eld eri eg komin at kasta á jørðina, og hvør vildi eg, at hann longu var birtur! v50 Men ein dóp havi eg at verða doyptur, og hvør kvíði eg, til hann er liðugur! v51 Halda tit, at eg eri komin at geva frið á jørðini? Nei, sigi eg tykkum, heldur ósemju. v52 Tí frá hesi stund skulu fimm í einum húsi ikki sita um sátt, trý móti tveimum og tvey móti trimum. v53 Tey skulu verða ósamd, faðir móti syni og sonur móti faðir, móðir móti dóttur og dóttir móti móður, vermóðir móti sonarkonu og sonarkona móti vermóður.»
Fólkið andaliga blint
v54 Og hann segði eisini við fólkið: «Tá ið tit síggja eitt skýggj koma upp í vestri, siga tit alt fyri eitt: «Tað kemur regn,» og soleiðis verður. v55 Og tá ið tit síggja, at tað er vindur av suðri, siga tit: «Tað verður brenniterri,» og tað verður. v56 Tykkara falsarar, útsjónd jarðarinnar og himmalsins duga tit á at skyna; men hesi tíðini, hvussu ber tað til, at tit ikki duga at skyna á henni? v57 Og hví døma tit ikki av tykkum sjálvum, hvat ið rætt er? v58 Tí at meðan tú ert á leið við mótstøðumanni tínum til yvirvøldina, tá legg tær á veginum eina við at koma til sættis við hann, at hann ikki skal fara fyri dómaran við tær; tí at dómarin man flýggja fangavaktaranum teg, og fangavaktarin man koyra teg í fangahús. v59 Eg sigi tær, tú sleppur als ikki út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað eisini hitt seinasta oyrað.»