Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 14
Jesus grøðir vatnsjúkan mann ein hvíludag
v1 Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum. v2 Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. v3 Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?» v4 Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og læt hann fara avstað. v5 Og hann tók til orða og segði við teir: «Hvør tykkara, sum eigur ein son ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?» v6 Og teir vóru ikki førir fyri at geva honum svar upp á hetta.
Jesus talar um eyðmýkt og at gera vælgerðir uttan viðurlag
v7 Men hann segði eitt líknilsi til teirra, sum bodnir vóru, tá ið hann varð varur við, hvussu teir valdu sær teir ovastu sessirnar, og segði við teir: v8 «Tá ið tú ert boðin av einumhvørjum í brúdleyp, tá set teg ikki í tann ovasta sessin, at ikki ein mætari enn tú skuldi verið boðin av honum; v9 og tann, ið beyð tær og honum, skal koma og siga við teg: «Gev hesum sæti!» og tú tá við skomm skuldi komið at sita niðastur. v10 Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niðastan, fyri at tann, sum boðið tær hevur, má siga við teg, tá ið hann kemur: «Vinur mín, flyt teg hægri upp!» Tá skalt tú hava virðing hjá øllum teimum, sum sita til borðs saman við tær. v11 Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.» v12 Og hann segði eisini við tann, sum hevði boðið honum: «Tá ið tú heldur døgverðamáltíð ella náttverðamáltíð, tá bjóða hvørki vinum tínum ella brøðrum tínum ella frændum tínum, ikki heldur ríkum gronnum, fyri at teir ikki skulu bjóða tær aftur, og tú tá fært viðurlag; v13 men tá ið tú gert gestaboð, tá bjóða fátækum, kryplum, høltum og blindum; v14 og tá skalt tú verða sælur, tí at teir hava einki at geva tær afturfyri; men tað skal verða tær afturgoldið, tá ið hini rættvísu rísa upp.»
Hin stóra kvøldmáltíðin
v15 Men tá ið ein av teimum, sum sótu til borðs, hoyrdi hetta, segði hann við hann: «Sælur er tann, sum etur breyð í Guðs ríki.» v16 Men hann segði við hann: «Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum; v17 og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: «Komið, tí at nú er alt tilgjørt!» v18 Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: «Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!» v19 Og annar segði: «Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!» v20 Og uppaftur ein annar segði: «Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.» v21 Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður og segði við húskallin: «Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.» v22 Og húskallurin segði: «Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.» v23 Tá segði húsbóndin við húskallin: «Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. v24 Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína.»
Tað kostar at vera lærusveinur
v25 Men stórir skarar fylgdu í ferðini við honum, og hann vendi sær við og segði við tey: v26 «Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín. v27 Tann, sum ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín. v28 Tí at hvør tykkara, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki fyrst niður og roknar kostnaðin, um hann hevur nóg mikið at gera tað liðugt fyri; v29 til tess at tað ikki skal verða, tá ið hann hevur lagt grundina og ikki er mentur at fullføra verkið, at øll, sum síggja tað, skulu fara at spotta hann og siga: v30 «Hesin maðurin setti á at byggja og var ikki mentur at fullenda.» v31 Ella hvør kongur fer út í bardagar at stríðast móti øðrum kongi og situr ikki fyrst og leggur ráð, um hann er førur fyri við tíggju túsund at møta tí, sum kemur móti honum við tjúgu túsund? v32 Og er hann tað ikki, tá sendir hann, meðan hin enn er langt burtur, sendiboð avstað at spyrja um friðartreytirnar. v33 Somuleiðis kann heldur eingin tykkara, sum ikki avsigur alt tað, ið hann eigur, vera lærusveinur mín. v34 Saltið er víst gott; men verður saltið sjálvt dovið, av hvørjum skal tað tá fáa kraft aftur? v35 Tað dugir hvørki til mold ella tøð; tey blaka tað út. Ein og hvør, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»