Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 17
Jesus talar um meinbogar og um tað at fyrigeva
v1 Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar koma; men vei tí, sum teir koma frá. v2 Tað hevði verið betri fyri hann, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var kastaður í havið, enn at hann skuldi vera ein meinbogi fyri einum av hesum smáu. v3 Hyggið um tykkum sjálvar. Um bróðir tín syndar, tá hav at honum; og um hann iðrast, tá fyrigev honum. v4 Og um hann sjey ferðir um dagin syndar ímóti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: «Eg iðrist,» tá skalt tú fyrigeva honum.»
Jesus talar um trúgv og rættar tænarar
v5 Og ápostlarnir søgdu við Harran: «Gev okkum meiri trúgv.» v6 Men Harrin segði: «Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: «Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;» og tað hevði verið tykkum lýðið. v7 Men hvør tykkara, sum hevur ein húskall, ið pløgir ella røktar seyð, man siga við hann, tá ið hann kemur heim av markini: «Kom higar alt fyri eitt og set teg til borðs»? v8 Man hann ikki heldur siga við hann: «Ger tað til, sum eg skal hava til náttverðar og gyrð teg og borðreið fyri mær, meðan eg fái mær at eta og drekka, og síðan kanst tú eta og drekka?» v9 Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á? v10 Somuleiðis eisini tit; tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: «Vit eru ónýtir tænarar; vit hava eina gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.»»
10 spitalskir menn
v11 Og tað hendi, meðan hann var á ferðini til Jerúsalem, at leið hansara lá mitt ímillum Sámáriu og Galileu. v12 Og í tí hann skuldi fara inn í eina bygd, møttu honum tíggju spitalskir menn, sum stóðu langt burtur, v13 og teir rópaðu hart og søgdu: «Jesus, meistari, miskunna okkum!» v14 Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: «Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!» Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir. v15 Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Guði við harðari rødd, v16 og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum; og hann var ein Sámáriubúgvi. v17 Men Jesus svaraði og segði: «Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju? v18 Var annars eingin, sum vendi aftur at geva Guði heiðurin uttan hesin fremmandi?» v19 Og hann segði við hann: «Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!»
Guðs ríki kemur
v20 Men tá ið hann av Farisearunum varð spurdur um, nær Guðs ríki mundi koma, svaraði hann teimum og segði: «Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað; v21 ei heldur skulu tey kunna siga: «Sí, her er tað!» ella: «Har er tað!» Tí sí, Guðs ríki er innan í tykkum.»
Jesu afturkoma
v22 Men hann segði við lærusveinarnar: «Teir dagar munnu koma, tá ið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum menniskjusonarins, og tit skulu ikki fáa at síggja hann. v23 Og tey munnu fara at siga við tykkum: Sí, har er hann! Sí, her er hann! Farið tá ikki avstað, fylgið ikki heldur eftir! v24 Tí at eins og snarljósið, tá ið tað skyggir úr eini ætt undir himlinum, lýsir í eina aðra ætt undir himlinum, soleiðis skal menniskjusonurin verða á degi sínum. v25 Men fyrst eigur hann at líða nógv og verða vrakaður av hesi slekt. v26 Og sum tað gekk á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða á døgum menniskjusonarins: v27 Tey ótu, tey drukku, tey giftust, tey vórðu burturgift, líka til tann dagin, tá ið Nóa fór inn í ørkina, og flóðin mikla kom og týndi øll. v28 Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu, tey drukku, tey keyptu, tey seldu, tey plantaðu, tey bygdu; v29 men á tí degi, tá ið Lot fór út úr Sódomu, regnaði eldur og svávul av himni og týndi øll. v30 Á sama hátt skal tað ganga á tí degi, tá ið menniskjusonurin verður opinberaður. v31 Tann, sum á tí degi er staddur uppi á tekjuni og hevur amboð síni inni í húsinum, hann fari ikki oman eftir teimum, og somuleiðis vendi tann, sum er úti á markini, ikki heim aftur. v32 Minnist til konu Lots. v33 Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana. v34 Eg sigi tykkum: Í teirri nátt skulu tveir menn vera í eini song; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir. v35 Tvær konur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur latin eftir. v36 (Tveir menn skulu vera staddir úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.») v37 Og teir svara og siga við hann: «Hvar, Harri?» Men hann segði við teir: «Har sum ræið er, har munnu eisini ørnirnar flykkjast.»