Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 9
Jesus sendir út teir tólv
v1 Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. v2 Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk. v3 Og hann segði við teir: «Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. v4 Og í hvørjum húsum, sum tit koma inn í, har skulu tit verða og haðani skulu tit halda ferðini avstað aftur. v5 Og har sum tey ikki vilja taka móti tykkum, haðani skulu tit fara burtur úr teirri bygdini og rista dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» v6 Men teir fóru avstað og ferðaðust úr bygd í bygd og bóru gleðiboðskapin og grøddu allar staðir.
Heródes vil síggja Jesus
v7 Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum, v8 og summi, at Elia var komin til sjóndar; upp aftur onnur, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, var risin upp. v9 Men Heródes segði: «Jóhannes havi eg latið hálshøgga; men hvør er hesin, sum eg hoyri sovorðin tíðindi um?» Og hann royndi at fáa at síggja hann.
Jesus mettar 5000
v10 Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda. v11 Men tá ið mannamúgvurnar fingu tað at vita, fóru tær aftan á hann; og hann tók ímóti teimum og talaði til teirra um Guðs ríki og grøddi tey, sum trongdu til heilsubótar. v12 Men dagurin tók at halla; og teir tólv komu til hansara og søgdu við hann: «Lat mannamúgvuna fara avstað, at tey kunnu fara til bygdirnar og garðarnar her í nánd og fáa sær innivist og finna sær okkurt til matna, tí at her eru vit á einum oydnum staði.» v13 Men hann segði við teir: «Gevið tit teimum at eta!» Men teir søgdu: «Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar, uttan so er, at vit fara at keypa mat til alt hetta fólkið.» v14 Men tey vóru okkurt um fimm túsund fólk. Men hann segði við lærusveinar sínar: «Latið tey setast niður í flokkum, fimmti í hvørjum!» v15 Og teir so gjørdu og lótu øll setast niður. v16 Men hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar, leit upp til himmals og vælsignaði tey og breyt tey sundur, og hann fekk lærusveinunum tey at bera mannamúgvuni. v17 Og tey ótu og vórðu øll mett; og tað, sum tey leivdu av molum, varð hentað upp, tólv fullar tægur.
Kristusjáttan Pæturs; Jesus boðar líðing sína á fyrsta sinni
v18 Og tað hendi, meðan hann var einsamallur og helt bøn, at lærusveinar hansara vóru hjá honum, og hann spurdi teir og segði: «Hvønn siga fólk meg vera?» v19 Men teir svaraðu og søgdu: «Jóhannes doyparan; summi: Elia; og summi, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, er risin upp.» v20 Men hann segði við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá svaraði Pætur og segði: «Guðs Kristus.» v21 Men hann legði teimum ríkan við ikki at siga hetta fyri nøkrum, v22 og segði: «Menniskjusonurin eigur at líða mangt og verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða tikin av døgum og at rísa upp á triðja degi.»
Jesus talar um at fylgja sær
v23 Og hann segði við øll: «Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. v24 Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí. v25 Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær? v26 Tí at hvør tann, sum skammast við meg og orð míni, hann skal menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í dýrd síni og faðirsins og heilaga einglanna. v27 Men av sonnum sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki.»
Jesus umbroytist á fjallinum
v28 Men tað bar so á okkurt um átta dagar eftir hesa røðu, at tá tók hann Pætur og Jóhannes og Jákup við sær og fór niðan á eitt fjall at halda bøn. v29 Og tað hendi í tí hann bað, at yvirbragdið í andliti hansara varð øðrvísi, og klæði hansara vórðu skínandi hvít. v30 Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; v31 teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem. v32 Men Pætur og felagar hansara vóru avkomnir í svøvni; men tá ið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd hansara og teir báðar menninar, sum stóðu hjá honum. v33 Og í tí teir skuldu skiljast frá honum, tá segði Pætur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina!» – tí at hann visti ikki, hvat hann segði. v34 Men meðan hann hevði hetta á máli, kom eitt skýggj og skuggaði yvir teimum; og teir vórðu ræddir, tá ið teir komu inn í skýggið. v35 Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: «Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!» v36 Men tá ið røddin kom, var Jesus einsamallur. Og teir tagdu, og í teimum døgunum søgdu teir ongum frá nøkrum av tí, sum teir høvdu sæð.
Ein drongur við illum anda
v37 Men tað hendi dagin eftir, tá ið teir vóru komnir oman av fjallinum, at ein stór mannfjøld kom ímóti honum. v38 Og sí, ein maður úr fjøldini rópaði og segði: «Meistari, tað biði eg teg, hygg mær til son mín, tí at hann er einasta barn mítt! v39 Og sí, ein andi tekur hann, og í stundini nístir hann, og hann skræðir í hann, so at froðan veður um munnin á honum, og tað er nóg illa, at hann sleppir honum, sum hann pínir hann. v40 Og eg bað lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki mentir.» v41 Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!» v42 Men enn meðan hann gekk hagar, reiv og sleit hin illi andin ræðuliga í hann. Men Jesus hótti at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur. v43 Men tey stóðu øll heilt bilsin av hátign Guðs. Men meðan øll undraðust á alt tað, sum hann gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar:
Jesus boðar líðing sína á øðrum sinni
v44 «Leggið tykkum hesi orð í oyruni: Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur!» v45 Men teir skildu ikki hetta orðið, og tað var dult fyri teimum, so at teir ikki fataðu tað; og teir firnaðust fyri at spyrja hann um hetta orðið.
Hvør størstur er
v46 Men tann hugsan kom upp ímillum teirra, hvør teirra mundi vera størstur. v47 Men tá ið Jesus sá hjartans hugsan teirra, tók hann eitt lítið barn og setti tað hjá sær, v48 og segði við teir: «Hvør tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni mínum, hann tekur ímóti mær; og hvør tann, sum tekur ímóti mær, hann tekur ímóti honum, sum sendi meg; tí at tann, sum minstur er av tykkum øllum, hann er stórur.»
Ein fremmandur rekur út illan anda
v49 Men Jóhannes tók til orða og segði: «Meistari, vit sóu ein mann reka út illar andar í navni tínum, og vit forbjóðaðu honum tað, tí at hann ikki er í fylgi við okkum.» v50 Men Jesus segði við hann: «Forbjóðið tað ikki, tí at tann, sum ikki er ímóti tykkum, hann er við tykkum.»
Sámáriubúgvar óblíðir
v51 Men tá ið tað leið at teirri tíðini, at hann skuldi verða upptikin, tá vendi hann andliti sínum móti Jerúsalem og ætlaði sær hagar. v52 Og hann sendi menn út við boðum undan sær. Og teir fóru avstað og komu í eina bygd hjá Sámáriubúgvum fyri at fáa honum innivist. v53 Men teir tóku ikki ímóti honum, av tí at hann var á ferð til Jerúsalem. v54 Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: «Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)?» v55 Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: «Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum.») v56 Og teir fóru í eina aðra bygd.
Vilkor lærusveina hans
v57 Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: «Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» v58 Og Jesus segði við hann: «Revar eiga holur og himmalsins fuglar reiður; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» v59 Men hann segði við ein annan: «Fylg mær!» Men hesin segði: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» v60 Men hann segði við hann: «Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!» v61 Men eisini ein annar segði: «Eg vil fylgja tær, Harri, men lova mær fyrst at heilsa teimum heima við hús hjá mær!» v62 Men Jesus segði við hann: «Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.»