Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 10
Jesus, hin góði hirðin
v1 «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður. v2 Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. v3 Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum. v4 Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara. v5 Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.» v6 Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um. v7 Jesus segði tá aftur við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum. v8 Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki. v9 Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. v10 Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. v11 Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. v12 Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, v13 av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. v14 Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, v15 eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. v16 Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. v17 Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. v18 Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.» v19 Tá varð aftur tvídráttur millum Jødanna út av hesum orðum. v20 Og mangir teirra søgdu: «Hann hevur illan anda og er óður! Hví lurta tit eftir honum?» v21 Aðrir søgdu: «Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?»
Jesus sigur seg vera Messias og eitt við faðirinum; men Jødar siga hann at spotta Guð
v22 So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur. v23 Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons. v24 Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!» v25 Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; v26 men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. v27 Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, v28 og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. v29 Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. v30 Eg og faðirin eru eitt.» v31 Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann. v32 Jesus tók tá til orða og segði við teir: «Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?» v33 Jødarnir svaraðu honum: «Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.» v34 Jesus svaraði teimum: «Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar! v35 Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast, v36 siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs! v37 Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki. v38 Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.» v39 Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra.
Jesus í Pereu
v40 Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har. v41 Og mangir komu til hansara, og teir søgdu: «Jóhannes gjørdi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.» v42 Og mangir trúðu á hann har.