Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 16
Forfylging í væntan
v1 «Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. v2 Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. v3 Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg. v4 Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað. Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum.
Gerningur heilaga andans
v5 Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?» v6 Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara. v7 Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. v8 Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. v9 Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; v10 um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; v11 men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur. v12 Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. v13 Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. v14 Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. v15 Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.
Teir skulu skiljast, men síggjast aftur
v16 Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.» v17 Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: «Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?» v18 Teir søgdu tí: «Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.» v19 Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: «Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? v20 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. v21 Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin. v22 Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. v23 Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. v24 Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin. v25 Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin. v26 Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; v27 tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. v28 Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.» v29 Lærusveinar hansara siga: «Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi. v30 Nú vita vit, at tú veitst alt, og at tær ikki tørvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert komin frá Guði.» v31 Jesus svaraði teimum: «Nú trúgva tit! v32 Sí, tann stund kemur og er longu komin, tá ið tit skulu spjaðast sundur, hvør til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir. Tó eri eg ikki einsamallur, tí at faðirin er við mær. v33 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.»