Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 19
Jesus tornakrýndur og dømdur
v1 Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. v2 Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann, v3 og teir gingu yvir til hansara og søgdu: «Heilur og sælur, kongur Jødanna!» Og teir slógu hann í andlitið. v4 Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: «Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga søk hjá honum.» v5 Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á høvdi og í skarlakskappanum, og Pilatus sigur við teir: «Sí, her er maðurin!» v6 Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: «Krossfest, krossfest!» Pilatus sigur við teir: «Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.» v7 Jødarnir svaraðu honum: «Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja; tí at hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.» v8 Tá ið nú Pilatus hoyrdi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann; v9 og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: «Hvaðan ert tú?» Men Jesus gav honum einki svar. v10 Pilatus sigur tá við hann: «Talar tú ikki til mín? Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?» v11 Jesus svaraði honum: «Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva. Tí hevur tann størri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.» v12 Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum. Men Jødarnir rópaðu og søgdu: «Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setir seg upp móti keisaranum.» v13 Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, førdi hann Jesus út og settist í dómarasætið á einum staði, sum nevnist «á steinsettum» (á hebráiskum máli: Gabbata). v14 Men tað var atfangadagur fyri páskir, okkurt um sætta tíma. Og hann sigur við Jødarnar: «Sí, har er kongur tykkara!» v15 Tá rópaðu teir: «Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!» Pilatus sigur við teir: «Skal eg krossfesta kong tykkara?» Høvuðsprestarnir svaraðu: «Vit hava ongan kong uttan keisaran.» v16 Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur.
Golgata
v17 Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata. v18 Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni. v19 Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: «Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.» v20 Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av Jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebráiskum og rómverskum og grikskum máli. v21 Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: «Skriva ikki: Kongur Jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur Jødanna.» v22 Pilatus svaraði: «Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað.» v23 Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum. v24 Teir søgdu tí hvør við annan: «Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann;» tí at skriftin skuldi ganga út: «Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín.» Hetta gjørdu nú hermenninir. v25 Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. v26 Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: «Kvinna, har er sonur tín!» v27 Síðan sigur hann við lærusveinin: «Sí, har er móðir tín!» Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín. v28 Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: «Eg eri tystur.» v29 Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni. v30 Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: «Tað er fullgjørt!» Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.
Spjótstingurin
v31 Við tað at tað var atfangadagur og fyri tann skuld at likamini ikki skuldu verða hangandi á krossinum um hvíludagin, tí at tann hvíludagurin var mikil, bóðu nú Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum máttu verða brotin sundur, og at tey máttu verða tikin niður. v32 Hermenninir fóru tí og brutu beinini bæði í hinum fyrra og hinum øðrum, sum hevði verið krossfestur saman við honum. v33 Men tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein hansara. v34 Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn i síðuna á honum, og har kom við tað sama blóð og vatn útúr. v35 Og tann, sum hevur sæð tað, hevur vitnað um tað, og vitnisburður hansara er sannur, og hann veit, at hann sigur tað, sum satt er, til tess at eisini tit mega trúgva. v36 Tí at hetta hendi, til tess at skriftin skuldi ganga út: «Bein skal ikki verða brotið í tí.» v37 Og upp aftur sigur eitt annað skriftorð: «Teir skulu líta til hansara, sum teir stungu.»
Jesus jarðaður
v38 Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara. v39 Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe. v40 Teir tóku nú Jesu likam og sveipaðu tað í línklæði saman við angandi urtum, soleiðis sum siður er hjá Jødum at búgva lík til jarðar. v41 Men á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í. v42 Har løgdu teir nú Jesus fyri atfangadags Jødanna skuld, við tað at grøvin var nær.