Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 20
Maria Magdalena, Pætur og Jóhannes síggja ta tómu grøvina
v1 Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. v2 Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: «Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.» v3 Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. v4 Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. v5 Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. v6 Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, v7 og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. v8 Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. v9 Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. v10 Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs.
Jesus opinberar seg fyri Mariu Magdalenu
v11 Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, v12 og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. v13 Og teir siga við hana: «Kvinna, hví grætur tú?» Hon sigur við teir: «Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.» v14 Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus. v15 Jesus sigur við hana: «Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?» Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: «Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann.» v16 Jesus sigur við hana: «Maria!» Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: «Rabbuni!» (tað merkir: meistari). v17 Jesus sigur við hana: «Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.» v18 Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: «Eg havi sæð Harran!» og at hann hevði sagt henni hetta.
Jesus opinberar seg fyri 10 lærusveinum
v19 Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» v20 Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran. v21 Jesus segði tá aftur við teir: «Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.» v22 Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og sigur við teir: «Takið við heilagum anda. v23 Hvørjum, sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar, og hvørjum, sum tit halda teimum aftur, teimum eru tær afturhildnar.» v24 Men Tummas, ein av teimum tólv, hann, sum kallast Didymos (tað merkir: tvíburður) var ikki saman við teimum, tá ið Jesus kom. v25 Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Vit hava sæð Harran!» Men hann segði við teir: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.»
Jesus opinberar seg fyri Tummasi
v26 Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: «Friður veri við tykkum!» v27 Síðan sigur hann við Tummas: «Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.» v28 Tummas svaraði og segði við hann: «Harri mín og Guð mín!» v29 Jesus sigur við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!»
Endamálið við Jóhannesar evangeliinum
v30 Mong onnur tekin gjørdi Jesus eisini fyri eygunum á lærusveinum sínum, sum ikki eru skrivað í hesi bók. v31 Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.