Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 21
Jesus opinberar seg við Tiberiasvatnið
v1 Eftir hetta opinberaði Jesus seg aftur fyri lærusveinunum við Tiberiasvatnið. Men hann opinberaði seg á henda hátt: v2 Har vóru saman teir Símun Pætur og Tummas, ið kallast Didymos, og Natanael frá Kána í Galileu og teir synir Sebedeusar og tveir aðrir av lærusveinum hansara. v3 Símun Pætur sigur við teir: «Eg fari út at fiska.» Teir siga við hann: «Vit koma eisini við tær.» Teir fóru so avstað og fóru í bátin. Men ta náttina fingu teir einki. v4 Men tá ið lýsti av degi, stóð Jesus í fjøruni; tó vistu lærusveinarnir ikki, at tað var Jesus. v5 Jesus sigur tá við teir: «Børn míni, hava tit nakað at eta?» Teir svaraðu honum: «Nei.» v6 Hann segði tá við teir: «Setið nótina út høgrumegin við bátin, so skulu tit fáa!» Teir settu tá út, og orkaðu tá ikki at draga nótina fyri nøgdini av fiski, sum í var. v7 Tá sigur tann lærusveinurin, sum Jesus elskaði, við Pætur: «Tað er Harrin.» Men tá ið nú Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtilin um seg, tí at hann var nakin, og leyp á vatnið. v8 Men hinir lærusveinarnir komu við bátinum og drógu nótina við fiskinum eftir sær; tí at teir vóru ikki langt frá landi, men bert okkurt um tvey hundrað alin. v9 Tá ið teir nú komu upp á land, síggja teir har kolaeld og fisk settan útá og breyð. v10 Jesus sigur við teir: «Komið higar við nøkrum av fiskunum, sum tit nú hava veitt.» v11 Símun Pætur fór tá út og dró nótina á land, fulla av stórum fiskum, hundrað og fimmti og trimum. Og tó at teir vóru so nógvir, skrædnaði nótin ikki. v12 Jesus sigur við teir: «Komið og fáið tykkum morgunmat!» Men eingin av lærusveinunum tordi at spyrja hann: « Hvør ert tú?» Tí at teir vistu, at tað var Harrin. v13 Jesus kemur og tekur breyðið og gevur teimum, somuleiðis eisini fiskin. v14 Hetta var longu triðja ferðin, at Jesus opinberaði seg fyri lærusveinunum, eftir tað hann var risin upp frá deyðum.
Samtalan við Pætur; Jesus boðar deyða hans
v15 Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Røkta lomb míni!» v16 Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Ver hirði hjá seyði mínum!» v17 Hann sigur við hann á triðja sinni: «Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?» Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: «Ert tú góður við meg?» og hann segði við hann: «Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!» Jesus sigur við hann: «Røkta lomb míni! v18 Sanniliga, sanniliga sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekst, hvar tú vildi; men tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.» v19 Men hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða hann skuldi dýrmeta Guð. Og tá ið hann hevði sagt hetta, sigur hann við hann: «Fylg mær!»
Orð um Jóhannes
v20 Tá ið Pætur vendi sær við, sær hann tann lærusveinin, sum Jesus elskaði, koma aftaná, tann sama sum við kvøldmáltíðina lá upp at barmi hansara og segði: «Harri, hvør er tann, sum svíkur teg?» v21 Tá ið Pætur sá hann, sigur hann við Jesus: «Harri, men hvussu verður við hesum?» v22 Jesus sigur við hann: «Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? Fylg tú mær!» v23 Tí kom hetta orðið út millum brøðurnar: «Hesin lærusveinurin doyr ikki.» Men tó hevði Jesus ikki sagt við hann, at hann ikki skuldi doyggja, men: Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? v24 Tað er hesin lærusveinurin, sum vitnar um hetta og hevur skrivað hetta, og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur.
Orð til endans
v25 Tað er eisini mangt annað, sum Jesus gjørdi, og skuldi tað alt verið skrivað upp, hvørt fyri seg, hugsi eg, at ikki allur heimurin kundi rúma teimum bókum, sum tá vórðu skrivaðar.