Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 8
Konan, tikin í hordómi
v1 Men Jesus fór til Oljufjallið. v2 Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey. v3 Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, v4 og siga við hann: «Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor. v5 Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur nú tú?» v6 Men hetta søgdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. v7 Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: «Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!» v8 Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jørðina. v9 Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvør eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum. v10 Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: «Kona, hvar eru teir? Dómfeldi eingin teg?» v11 Men hon svaraði: «Eingin, harri.» Men Jesus segði: «Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!»]
Jesus talar til vantrúnar Jødar um seg sjálvan sum heimsins ljós
v12 Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: «Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.» v13 Tá søgdu Fariseararnir við hann: «Tú vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.» v14 Jesus svaraði og segði við teir: «Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, tí at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari. Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari. v15 Tit døma eftir holdinum, eg dømi ongan; v16 og um eg so dømi, er dómur mín sannur, tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg. v17 Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur. v18 Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.» v19 Teir søgdu tá við hann: «Hvar er faðir tín?» Jesus svaraði: «Hvørki kenna tit meg ella faðir mín. Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.» v20 Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin. v21 Hann segði nú aftur við teir: «Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara. Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.» v22 Jødarnir søgdu tá: «Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?» v23 Og hann segði við teir: «Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi. v24 Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.» v25 Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú?» Jesus segði við teir: «Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum. v26 Eg havi mangt at tala og døma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.» v27 Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir. v28 Jesus segði tí: «Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. v29 Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.»
Jesus talar um frælsi av sonnum og syndatrældóm Jødanna
v30 Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann. v31 Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: «Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, v32 og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.» v33 Teir svaraðu honum: «Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?» v34 Jesus svaraði teimum: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. v35 Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. v36 Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. v37 Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av tí at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum. v38 Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.» v39 Teir svaraðu og søgdu við hann: «Faðir okkara er Ábraham.» Jesus sigur við teir: «Vóru tit børn Ábrahams, tá gjørdu tit gerningar Ábrahams. v40 Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði. Hetta gjørdi Ábraham ikki. v41 Tit gera gerningar faðirs tykkara.» Teir søgdu við hann: «Vit eru ikki gitnir í hori; vit hava ein faðir, Guð.» v42 Jesus segði við teir: «Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg. v43 Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. v44 Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. v45 Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. v46 Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? v47 Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.» v48 Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: «Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?» v49 Jesus svaraði: «Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. v50 Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir. – v51 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.» v52 Tá søgdu Jødarnir við hann: «Nú vita vit, at illur andi er í tær. Ábraham doyði og profetarnir, og tú sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir ikki smakka deyðan. v53 Manst tú vera størri enn faðir okkara, Ábraham, sum doyði? Og eisini profetarnir doyðu. Hvønn gert tú teg sjálvan til?» v54 Jesus svaraði: «Um eg æri meg sjálvan, tá er æra mín einki; tað er faðir mín, sum ærir meg, hann sum tit siga um, at hann er Guð tykkara; v55 og tit hava ikki kent hann; men eg kenni hann; segði eg, at eg ikki kenni hann, tá hevði eg verið lygnari eins og tit. Men eg kenni hann og varðveiti orð hansara. v56 Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.» v57 Tá søgdu Jødarnir við hann: «Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!» v58 Jesus segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.» v59 Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum.