Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Ápostlasøgan, kapittul 1
Jesu himmalsferð
v1 Hina fyrru frásøgnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra, v2 líka til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin, eftir tað at hann hevði givið ápostlunum, sum hann hevði valt, boð við heilagum anda; v3 teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjøruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til. v4 Og meðan hann var saman við teimum, beyð hann teimum ikki at fara burtur úr Jerúsalem, men at bíða eftir fyrijáttan faðirsins, «sum tit,» segði hann, «hava hoyrt um av mær; v5 tí at Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda ikki mangar dagar hereftir.» v6 Og tá ið teir nú vóru saman komnir, spurdu teir hann og søgdu: «Harri, ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?» v7 Hann segði við teir: «Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir ella tímar, sum faðirin hevur ásett í sínum egna valdi. v8 Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.» v9 Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. v10 Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, v11 og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.»
Mattias valdur til ápostuls fyri Judas
v12 Tá vendu teir aftur til Jerúsalem frá tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið, og sum er tætt við Jerúsalem, eina hvíludags gongd haðani. v13 Og tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í ta loftsstovuna, har sum teir vóru vanir at vera, Pætur og Jóhannes og Jákup og Andrias, Filippus og Tummas, Bartolomeus og Matteus, Jákup sonur Alfeusar og Símun Zelotes og Judas sonur Jákups. v14 Allir hesir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini saman við nøkrum kvinnum og Mariu, móður Jesu, og við brøðrum hansara. v15 Og í hesum døgum stóð Pætur upp millum brøðranna og segði – og har var komin saman ein flokkur av monnum okkurt um stórt hundrað í tali –: v16 «Góðu menn og brøður! Tað skriftarorðið átti at ganga út, sum heilagur andi hevði talað frammanundan við munni Dávids um Judas, sum gjørdist leiðbeinari hjá teimum, ið tóku Jesus; v17 tí at hann var taldur við millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu. v18 (Hesin maður keypti nú eitt jarðarstykki fyri órættarlønina, og hann stoyttist eftir høvdinum og støkk sundur um miðju, og allir innvølirnir komu út. v19 Og tað varð kunnigt fyri øllum teimum, sum búgva í Jerúsalem, so at tað jarðarstykkið er kallað á teirra egna máli Hakeldama, tað er: blóðjørðin.) v20 Tí at skrivað stendur í sálmabókini: «Bústaður hans skal oyðin verða, og eingin skal í honum búgva» og «umsjónarstarv hans skal annar taka.» v21 Tí eigur onkur av teimum monnum, sum hava verið við okkum alla ta tíð, tá ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út ímillum okkara, v22 líka frá dópi Jóhannesar og til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin frá okkum, at verða vitni um uppreisn hansara saman við okkum.» v23 Og teir skilaðu tveir til, Jósef, ið kallaður var Barsabbas við tilnavninum Justus, og Mattias. v24 Og teir hildu bøn og søgdu: «Tú, Harri, sum kennir hjørtuni á øllum, sýn okkum, hvønn av hesum tveimum tú hevur valt v25 til at taka lut í hesi tænastu og ápostladømi, sum Judas gav frá sær fyri at fara til sín egna stað.» v26 Og teir kastaðu lut um teir, og luturin fell á Mattias, og hann varð taldur við saman við hinum ellivu ápostlunum.