Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 13
Fyrsta prædikuferð Paulusar, saman við Barnabasi til Kýpern
v1 Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshøvdinga, og Saul. v2 Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: «Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!» v3 Tá fastaðu teir og hildu bøn og løgdu hendurnar á teir og lótu teir fara. v4 Tá ið teir nú soleiðis vóru sendir út av heilagum anda, fóru teir oman til Selevkíu og sigldu haðan til Kýpern. v5 Og komnir til Salamis boðaðu teir Guðs orð í samkomuhúsunum hjá Jødum; og teir høvdu eisini Jóhannes við til hjálpar. v6 Og tá ið teir høvdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jøda, Bar-Jesus at navni. v7 Hann var hjá landshøvdinganum Sergiusi Paulusi, einum skilamanni. Hann kallaði Barnabas og Saul á sín fund og hevði hug at hoyra Guðs orð. v8 Men Elymas, gandakallurin, – tí at so er navn hansara útlagt, – stóð ímóti teimum og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni. v9 Men Saul, sum eisini verður kallaður Paulus, varð fyltur av heilagum anda og hugdi hvassliga upp á hann og segði: v10 «O, tú sum ert fullur av øllum sviki og alskyns illskapi, títt djevuls barn, fíggindi av øllum rættlæti, vilt tú ikki lata av at snúgva beinu vegum Harrans? v11 Og nú, sí, hond Harrans er yvir tær, og tú skalt verða blindur og ikki síggja sólina eina tíð.» Og í stundini fell yvir hann toka og myrkur, og hann gekk umkring og trilvaði og leitaði eftir fólki at leiða seg. v12 Tá tók landshøvdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans.
Paulus prædikar í Antiokíu
v13 Men teir Paulus sigldu so frá Pafos, og komu til Perge í Pamfýliu. Men Jóhannes skildist frá teimum og vendi aftur til Jerúsalem. v14 Men teir hildu ferðini fram frá Perge og komu til Antiokíu í Pisidiu og fóru inn í samkomuhúsið hvíludagin og settust niður. v15 Men eftir upplesturin av lógini og profetunum, sendu fyristøðumenninir fyri samkomuhúsinum boð til teirra og søgdu: «Góðu menn og brøður, um so er at tit hava okkurt áminningarorð til fólkið, so talið!» v16 Tá reistist Paulus og gav tekin til ljóðs við hondini og mælti: «Tit Ísraels menn og tit, sum óttast Guð, lýðið á! v17 Guð at hesum fólki, at Ísrael, valdi út fedrar okkara; og hann hevjaði upp fólkið í útlegdini í Egyptalandi og síðan førdi hann tey út haðan við upprættum armi. v18 Og um fjøruti ár føddi og fostraði hann tey í oyðimørkini. v19 Og hann oyddi út sjey tjóðir í Kánáanlandi og býtti land teirra sundur í arv millum teirra, v20 okkurt um fýra hundrað og fimmti ár. Og eftir hetta gav hann teimum dómarar líka til Sámuel profet. v21 Og síðan bóðu tey um kong, og Guð gav teimum Saul, son Kis, mann av Benjamins ætt, í fjøruti ár. v22 Men tá ið hann hevði avsett hann, reisti hann teimum Dávid upp til kongs, sum hann eisini vitnaði um og segði: «Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir mínum hjarta, sum gera skal allan vilja mín.» v23 Av hansara ætt læt Guð, samsvarandi fyrijáttanini, Ísrael fáa ein frelsara, Jesus, v24 eftir tað at Jóhannes undan komu hansara hevði boðað øllum Ísraels fólki umvendingar dóp. v25 Men tá ið Jóhannes var um at enda skeið sítt, segði hann: «Hvat halda tit meg vera? – Eg eri tað ikki; men sí, aftan á meg kemur ein annar, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.» v26 Góðu menn og brøður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent. v27 Tí at teir, sum búgva í Jerúsalem, og ráðsharrar teirra kendu hann ikki, og við tað at teir dømdu hann, uppfyltu teir tey profetaorðini, sum hvønn hvíludag verða lisin upp. v28 Og tó at teir onga deyðasøk funnu hjá honum, bóðu teir Pilatus um, at hann skuldi verða dripin. v29 Men tá ið teir høvdu fullført alt tað, sum er skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum og løgdu hann í grøv. v30 Men Guð reisti hann upp frá deyðum; v31 og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum høvdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum nú eru vitni hansara fyri fólkinum. v32 Og vit boða tykkum gleðiboðskapin um ta fyrijáttan, sum fedrunum varð givin, at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, børnum teirra, tá ið hann reisti upp Jesus; v33 soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálminum: «Tú ert sonur mín, í dag havi eg føtt teg.» v34 Men um tað, at hann hevur reist hann upp frá deyðum, so at hann ikki meira skal venda aftur til rot, hevur hann talað soleiðis: «Eg vil geva tykkum hinar heilagu og ósvikaligu fyrijáttanir Dávids.» v35 Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: «Ikki skalt tú lata tín heilaga fáa at kenna rot.» v36 Tí at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot; v37 men tann, sum Guð reisti upp, fekk ikki at kenna rot. v38 Tað veri tí tykkum vituligt, brøður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; v39 og frá øllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur í honum. v40 Síggið tí til, at tað ikki skal koma yvir tykkum, sum sagt er hjá profetunum: v41 «Síggið, tykkara háðarar, og undrist og verðið til einkis, tí at eitt verk geri eg á døgum tykkara, verk sum tit als ikki vildu trúð, um onkur hevði sagt tykkum frá tí.» » – v42 Men tá ið teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag. v43 Og tá ið samkoman var endað, fylgdu mangir av Jødum og av proselýtum, sum óttaðust Guð, við Paulusi og Barnabasi; og teir talaðu til teirra og ámintu teir um at halda fast við náði Guðs.
Jødar vraka gleðiboðskapin, heidningar taka við trúgv
v44 Men næsta hvíludagin kom at kalla øll bygdin saman at hoyra Harrans orð. v45 Men tá ið Jødarnir sóu mannamúgvurnar, fyltust teir av ágrýtni og mæltu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði mótmæltu og spottaðu. v46 Tá tóku Paulus og Barnabas til orða og søgdu beint fram: «Tað var neyðugt, at Guðs orð fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað burtur frá tykkum og ikki meta tykkum sjálvar verdar til hitt æviga lívið, sí, tá venda vit okkum til heidningarnar. v47 Tí at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: «Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.»» v48 Men tá ið heidningarnir hoyrdu hetta, gleddust teir og hálovaðu orði Harrans, og teir tóku við trúgv so mangir, sum vóru ætlaðir til ævigt lív. v49 Og orð Harrans breiddist út um alt landið. v50 Men Jødarnir østu upp hinar ættstóru kvinnurnar, sum óttaðust Guð, og oddamenninar í staðinum, og birtu í eina atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni. v51 Men teir ristu dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium. v52 Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda.