Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 17
Paulus boðar Krist í Tessalóniku
v1 Men tá ið teir høvdu ferðast gjøgnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jødar høvdu samkomuhús. v2 Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, v3 og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: «Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.» v4 Og nakrir av teimum vórðu sannførdir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum. v5 Men yvri kom í Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjørdu uppstig og loyptu staðin í røring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at føra teir út til fólkið. v6 Men tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býarstýrið og rópaðu: «Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru nú eisini komnir higar. v7 Og Jason hevur tikið móti teimum, og allir hesir menn gera beint móti boðum keisarans, við tað at teir siga, at ein annar er kongur, og tað er Jesus.» v8 Og teir loyptu ræðslu á mannamúgvuna og býarstýrið, sum hoyrdi hetta. v9 Og tá ið teir høvdu tikið veður fyri Jason og hinar, lótu teir teir sleppa.
Paulus boðar Krist í Berøu
v10 Og við tað sama sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Berøu, og tá ið teir vóru komnir hagar, fóru teir inn í samkomuhúsið hjá Jødum. v11 Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis. v12 Mangir av teimum tóku tá við trúgv og ikki fá av hábornum grikskum kvinnum og monnum. v13 Men tá ið Jødarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Berøu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her røring og øsing í mannamúgvurnar.
Paulus boðar Krist í Aten
v14 Men alt fyri eitt sendu tá brøðurnir Paulus avstað, at hann skuldi halda leiðini líka at havinum; men bæði Silas og Timoteus vórðu verandi eftir har. v15 Men teir, sum fluttu Paulus, førdu hann líka til Aten, og tá ið teir høvdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað. v16 Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum. v17 Hann talaði tí í samkomuhúsinum við Jødarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvønn dag við teir, sum hann har hitti við. v18 Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir søgdu: «Hvat man hasin geiparin hava at siga?» og aðrir hildu fyri: «Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;» av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina. v19 Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og søgdu: «Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? v20 Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.» v21 Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt. v22 Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: «Atenmenn, eg síggi, at tit í øllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. v23 Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: «Ókunnum gudi.» Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum: v24 Guð, sum gjørdi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjørdum við hondum; v25 ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið tørvur á nøkrum, tí at hann sjálvur gevur øllum lív og anda og allar lutir. v26 Og hann hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, v27 so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum; v28 tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nøkur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: «Tí at vit eru eisini hans ætt.» v29 Men við tað at vit eru Guðs ætt, tá mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjørdari av manna hegni og hugsan. v30 Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey øll allar staðir skulu venda um, v31 við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.» v32 Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir søgdu: «Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.» v33 So statt fór Paulus burtur frá teimum. v34 Men nakrir menn, sum hildu sær til hansara, tóku trúgv; teirra millum var eisini Dionýsius, ein av ráðsmonnunum á Areopagos, og ein kona, Damaris at navni, og onnur við teimum.