Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 20
Paulus kemur til Makedóniu, til Grikkalands, vendir so aftur, vekur upp Evtýkus í Troas
v1 Men aftan á at hesin gangurin var stilnaður, sendi Paulus boð eftir lærusveinunum og áminti teir, heilsaði teimum og fór avstað á ferð til Makedóniu. v2 Og tá ið hann hevði ferðast um hesar landslutir og hevði ámint tey við mongum orðum, kom hann til Grikkalands. v3 Har varð hann tríggjar mánaðir; og tá ið svikaráð vórðu løgd upp móti honum av Jødunum, líka sum hann ætlaði sær at fara sjóvegin til Sýriulands, tók hann tað ráð at leggja afturferðina um Makedóniu. v4 Og honum fylgdu líka til Ásiu Sopater, sonur Pýrrusar, úr Berøu, og av Tessalónikumonnum Aristarkus og Sekundus, og Gajus úr Derbe og Timoteus og Ásiumenninir Týkíkus og Trofimus. v5 Hesir fóru undan og bíðaðu okkum í Troas. v6 Men aftan á halguna «hini ósúrgaðu breyðini» sigldu vit út frá Filippi, og vit komu fimm dagar eftir til teirra í Troas, og har steðgaðu vit sjey dagar. v7 Men tá ið vit fyrsta dagin í vikuni vóru saman komin at bróta breyðið, samtalaði Paulus við tey, av tí at hann ætlaði at fara avstað dagin eftir, og hann toygdi taluna út líka at midnátt. v8 Men tað vóru nógvar lampur í loftstovuni, har sum vit vóru saman komin. v9 Men í vindeyganum sat ein unglingi sum æt Evtýkus, á hann kom tungur svøvnur, og tá ið Paulus drýggjaði samtaluna so leingi, datt hann, avkomin í svøvni, oman av triðja lofti og varð tikin upp andleysur. v10 Men Paulus fór oman og kastaði seg yvir hann og tók hann í føvningin og segði: «Gerið ongan háva, tí at sálin er í honum.» v11 Men hann fór niðan aftur og breyt breyðið og át av tí og talaði enn eina langa stund líka út móti lýsing, og so fór hann avstað. v12 Men teir bóru dreingin burtur livandi og vóru ikki lítið troystaðir.
Paulus kemur um Assus og Mitýlene til Milet, talar har til hinar elstu frá Efesus
v13 Men vit, sum vóru farnir undan umborð í skipið, sigldu til Assus og ætlaðu at taka Paulus umborð har; tí at soleiðis hevði hann skipað fyri, av tí at hann sjálvur ætlaði at koma til gongu. v14 Og tá ið hann hitti okkum í Assus, tóku vit hann umborð og komu til Mitýlene. v15 Og haðan sigldu vit og komu dagin eftir beint áraka Kios; og annan dagin løgdu vit at Samos og næsta dagin komu vit til Milet. v16 Tí at Paulus hevði gjørt av at sigla uttan um Efesus, fyri at hann ikki skuldi koma at verða tarnaður í Ásiu; tí at hann skundaði sær, um tað kundi vera gjørligt hjá honum, at koma til Jerúsalem hvítusunnudagin. v17 Men frá Milet sendi hann boð til Efesus og kallaði til sín hinar elstu av kirkjuliðinum. v18 Og tá ið teir vóru komnir til hansara, segði hann við teir: «Tit vita, hvussu atferð mín hevur verið hjá tykkum alla tíðina frá fyrsta degi, eg kom til Ásiu, v19 at eg tænaði Harranum í allari eyðmýkt og við tárum og í teimum royndum, sum mær hava verið fyri av svikaráðum Jødanna; v20 hvussu eg ikki havi borið meg undan at boða tykkum nakað av tí, sum kundi vera tykkum at gagni, og at læra tykkum bæði opinberliga og heima við hús; v21 við tað at eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Guðs og trúnna á Harra váran Jesus Krist. v22 Og nú, sí, bundin í andanum eri eg á ferð til Jerúsalem og veit ikki, hvat ið har skal møta mær, v23 bert, at heilagi andin bygd eftir bygd vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær. v24 Men eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guðs náði. v25 Og nú, sí, eg veit, at tit ikki meira skulu síggja andlit mítt, allir tit, sum eg gekk ímillum og boðaði ríkið. v26 Tess vegna vitni eg fyri tykkum henda dagin í dag, at eg eri reinur fyri alra manna blóð; v27 tí at eg bar meg ikki undan at boða tykkum alt Guðs ráð. v28 Gevið gætur um tykkum sjálvar og um alt tað fylgið, sum heilagi andin hevur sett tykkum sum tilsjónarmenn fyri, til at røkta Harrans kirkjulið, sum hann hevur vunnið sær við sínum egna blóði. v29 Eg veit, at aftan á burturferð mína skulu koma inn millum tykkara villir vargar, sum ikki eira fylginum; v30 og frá tykkum sjálvum munnu menn stíga upp, sum tala tað, ið øvugt er, fyri at lokka lærusveinarnar aftan á seg. v31 Vakið tí, og minnist til, at eg í trý ár, nátt og dag, ikki havi hildið uppat við tárum at áminna ein og hvønn. v32 Og nú gevi eg tykkum yvir til Guðs og náðiorðs hansara, hann sum er mentur at uppbyggja tykkum og geva tykkum arvalut saman við øllum teimum, sum halgað eru. v33 Eg havi ikki girnast silvur ella gull ella klæði hjá nøkrum manni. v34 Tit vita sjálvir, at hesar hendur hava arbeitt fyri alt tað, sum mær sjálvum var tørvur á og teimum, sum við mær vóru. v35 Í øllum lutum sýndi eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og vera teimum veiku til hjálpar og minnast orð Harrans Jesu, at hann sjálvur hevur sagt: «Sælari er at geva enn at taka.» » v36 Og tá ið hann hevði sagt hetta, fell hann á síni knæ og helt bøn saman við teimum øllum. v37 Tá varð har so sárur grátur av øllum, og teir hálsfevndu Paulus og kystu hann, v38 og mest sorgartungir vóru teir av tí orði, sum hann hevði sagt, at teir ikki meira skuldu síggja andlit hansara. So fylgdu teir honum til skipið.