Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 23
Paulus talar til ráðið og aftur settur í varðhald
v1 Men Paulus hugdi stívliga upp á ráðið og segði: «Góðu menn og brøður! Eg havi við góðari samvitsku í einum og hvørjum føri gingið leið mína fyri Guði líka til dagin í dag.» v2 Men høvuðspresturin Ánanias beyð teimum, sum stóðu hjá honum, at sláa hann á munnin. v3 Tá segði Paulus við hann: «Guð skal sláa teg, tín kálkaði veggur! Og situr tú, og skalt døma meg eftir lógini, og beint tvørtur ímót lógini býður tú, at eg skal verða sligin!» v4 Teir, sum har stóðu, søgdu: «Deilir tú høvuðsprest Guðs?» v5 Og Paulus segði: «Eg visti ikki, brøður, at hann var høvuðsprestur; tí at skrivað stendur: «Høvdinga fólks tíns skalt tú ikki tala ilt um.»» v6 Men við tað at Paulus visti, at annar parturin av teimum vóru Saddukearar, og annar parturin Farisearar, rópaði hann í ráðinum: «Góðu menn og brøður! Eg eri Fariseari, sonur Fariseara; tað er fyri vón og fyri uppreisn av deyðum, at eg verði dømdur!» v7 Men tá ið hann hetta hevði sagt, kom ósemja millum Farisearanna og Saddukearanna, og flokkurin fór í tvíningar. v8 Tí at Saddukeararnir siga, at eingin uppreisn er til, og heldur ikki eingil ella andi. Men Fariseararnir halda tey bæði. v9 Nú kom stórt róp í, og nakrir av teimum skriftlærdu úr parti Farisearanna fóru á føtur og stríddust harðliga og søgdu: «Vit finna einki ilt hjá hesum manni. Men um nú ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara?» v10 Men tá ið nú gjørdist mikil tvídráttur, óttaðist herhøvdingin fyri, at Paulus skuldi verða skræddur sundur av teimum, og beyð herliðinum at fara oman og slíta hann leysan frá teimum og fara við honum inn í borgina. v11 Men náttina eftir stóð Harrin framman fyri honum og segði: «Hav tú gott treyst, tí at eins og tú hevur vitnað um meg í Jerúsalem, soleiðis eigur tú eisini at vitna í Róm.»
Jødar svørja eiðir um at drepa Paulus
v12 Men tá ið dagur kom, tóku Jødarnir seg saman og svóru dýrar eiðir um, at teir hvørki skuldu eta ella drekka, fyrr enn teir høvdu tikið Paulus av døgum. v13 Og teir vóru yvir fjøruti í tali, sum soleiðis høvdu svorið seg saman. v14 Og hesir fóru til høvuðsprestarnar og hinar elstu og søgdu: «Vit hava svorið dýrar eiðir um, at vit einki skulu leska, fyrr enn vit hava tikið Paulus av døgum. v15 Nú skulu tit saman við ráðinum senda herhøvdinganum tey boð, at hann skal føra hann oman til tykkara, sum at tit vildu kanna um viðurskifti hansara enn gjøllari; men vit eru til reiðar at drepa hann, áðrenn hann er komin vegin fram.» v16 Men systursonur Paulusar fekk at hoyra um hetta loyniráðið, og hann kom og fór inn í borgina og segði Paulusi frá tí. v17 Men Paulus kallaði ein av høvuðsmonnunum til sín og segði: «Far tú við hesum unga manninum til herhøvdingan, tí at hann hevur eini boð til hansara.» v18 Hann tók hann tá og fór við honum til herhøvdingan og segði: «Fangin Paulus rópaði meg og bað meg fara við hesum unga manninum til tín, við tað at hann hevur nakað at siga tær.» v19 Og herhøvdingin tók í hondina á honum og fór avsíðis við honum og spurdi: «Hvat eru tað fyri boð, sum tú hevur til mín?» v20 Men hann segði: «Jødarnir eru samráddir um at biðja teg, at tú í morgin skalt føra Paulus oman í ráðið, og tað skal eitast, at teir vilja hava gjøllari at vita um hann. v21 Men tú mást nú ikki gera teimum til vildar; tí at meira enn fjøruti menn av teimum liggja á loyningum eftir honum, og hesir hava svorið dýrar eiðir um, at teir hvørki skulu eta ella drekka, fyrr enn teir hava dripið hann; og teir eru nú búnir og bíða eftir boðum frá tær.» v22 Herhøvdingin læt tá hin unga mannin fara og beyð honum: «Tú mást ikki siga nøkrum frá, at tú hevur latið meg fáa at vita hetta!»
Paulus verður førdur til Kesareu
v23 Og hann kallaði til sín tveir av høvuðsmonnunum og segði: «Latið tvey hundrað hermenn verða ferðabúnar at fara til Kesareu, og sjúti reiðmenn og tvey hundrað spjótmenn, tá ið triði tímin er av í nátt!» v24 Og hann beyð, at teir skuldu hava reiðdjór til reiðar, so at teir kundu lata Paulus ríða á teimum og føra hann heilan og holdnan til Feliks landshøvdingan. v25 Og hann skrivaði bræv við hesum orðaljóði: v26 «Klaudias Lýsias sendir hinum mæta landshøvdinga Feliksi kvøðu sína. v27 Henda mannin høvdu Jødarnir lagt hendur á, og tað vantaði lítið í, at teir høvdu tikið hann av lívi; men eg kom til við hermonnunum og bjargaði honum, tá ið eg fekk at vita, at hann var rómverskur maður. v28 Og tá ið eg vildi vita, hvørja søk teir klagaðu hann fyri, fór eg við honum oman í ráð teirra, v29 og eg kom tá eftir, at hann var klagaður um nøkur trætumál í lóg teirra, men ikki ásakaður um nakað, sum gjørdi hann sekan til deyða ella leinkjur. v30 Men tá ið eg havi fingið at vita av, at Jødarnir hava svikalistir í umbúnaði móti manninum, sendi eg hann alt fyri eitt til tín, og havi eg eisini boðið klagumonnunum at flyta fram fyri teg tað, sum teir hava at siga.» v31 Hermenninir tóku tá Paulus, soleiðis sum teimum var boðið, og fóru við honum á náttartíð til Antipatris. v32 Men dagin eftir lótu teir reiðmenninar fara longur við honum og vendu sjálvir aftur til borgina. v33 Hinir komu tá til Kesareu og flýddu landshøvdinganum brævið og førdu eisini Paulus fram fyri hann. v34 Tá ið hann hevði lisið tað og spurt, hvørjum ríkisparti hann var úr, og hevði fingið at vita, at hann var úr Kilikíu, segði hann: v35 «Eg skal taka teg í forhoyr, so skjótt sum eisini klagumenn tínir eru higar komnir.» Og hann beyð, at hann skuldi verða hildin í varðhaldi í Heródesar-borgini.