Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 24
Paulus klagaður fyri Feliksi
v1 Men fimm dagar aftaná fór høvuðspresturin Ánanias oman saman við nøkrum av hinum elstu og einum røðumanni, Tertullusi, og hesir bóru fram klagumál fyri landshøvdinganum móti Paulusi. v2 Og tá ið hann var kallaður fyri, tók Tertullus at klaga hann og segði: v3 «At vit av tínum ávum njóta miklan frið, og at rættarbøtur í øllum førum og allar staðir verða hesum fólki givnar av tíni umsjón, mætasti Feliks, tað ásanna vit við allari takksemi. v4 Men fyri at eg ikki skal ónáða teg ov mikið, biði eg, at tú av mildi tíni vilt hoyra okkum nøkur fá orð. v5 Tað er nú soleiðis, at vit eru komnir eftir, at hesin maður er ein sótt og ein ófriðarkroppur millum allar Jødar um allan heimin og er oddamaður hjá Nasareara-flokkinum. v6 Hann hevur meira at siga roynt at vanhalga halgidómin; og vit tóku hann tá (og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara. v7 Men Lýsias herhøvdingin kom til og førdi hann burtur úr hondunum á okkum við stórari valdsgerð, v8 og hann beyð klagumonnum hansara at koma til tín); og av honum kanst tú, tá ið tú sjálvur sóknast eftir, fáa kunnugleika um alt tað, sum vit klaga hann fyri.» v9 Men eisini Jødarnir tóku undir og søgdu, at soleiðis var.
Paulus heldur varnarrøðu
v10 Men Paulus svaraði, tá ið landshøvdingin gav honum ábending um, at hann kundi taka til máls: «Við tað at eg veit, at tú í mong ár hevur verið dómari hjá hesum fólki, vil eg við góðum huga verja mál mítt, v11 tí at tú kanst fáa at vita, at tað ikki eru meira enn tólv dagar síðan eg kom niðan til Jerúsalem fyri at halda bøn. v12 Og hvørki hittu teir meg í halgidóminum í orðaskifti við nakran, ella at eg eggjaði fólki til uppreist, ei heldur í samkomuhúsunum ella úti um staðin; v13 og heldur ikki eru teir førir fyri at prógva tað fyri tær, sum teir nú klaga meg fyri. v14 Men hetta viðgangi eg fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla ein stakflokk, tæni eg soleiðis Guði fedra vára, at eg trúgvi øllum tí, sum stendur í lógini, og tí, sum er skrivað hjá profetunum, v15 og havi ta vón til Guðs, sum teir sjálvir eisini hava í væntan, at uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum. v16 Av teirri grund leggi eg mær sjálvum eina við altíð at hava óskadda samvitsku fyri Guði og monnum. v17 Men tá ið mong ár vóru liðin, kom eg higar at flýggja fólki mínum olmussugávur og at bera fram offur, v18 og undir hesum viðurskiftum hittu teir meg, tá ið eg hevði reinsað meg í halgidóminum, men uttan nakra mannagongd og uttan nakra óspekt. Men har vóru nakrir Jødar frá Ásiu, v19 og teir áttu at verið komnir higar fram fyri teg og borið fram klagu, um teir høvdu okkurt at kenna mær um. v20 Ella lat hesar sjálvar siga, hvørja søk teir hava funnið hjá mær, tá ið eg stóð fyri ráðinum; v21 uttan tað skuldi so verið hetta eina orðið, sum eg rópaði, tá ið eg stóð millum teirra: «Fyri uppreisn av deyðum standi eg í dag fyri rættinum frammi fyri tykkum!» »
Paulus verður verandi sum fangi í Kesareu
v22 Men Feliks frestaði málinum, av tí at hann visti gjøllari um vegin, og hann segði: «Tá ið Lýsias, herhøvdingin, kemur oman higar, skal eg gera mál tykkara av.» v23 Og hann beyð høvuðsmonnunum at halda honum í varðhaldi og lata hann fáa náðir og ikki forða nøkrum av hansara egnu at veita honum ein beina. v24 Tá ið nakrir dagar vóru farnir, kom Feliks við Drusillu, konu síni, sum var av Jøda ætt, og sendi boð eftir Paulusi, og lýddi á talu hansara um trúnna á Krist Jesus. v25 Men tá ið hann talaði um rættvísi og um fráhald og komandi dóm, varð Feliks illa við og svaraði: «Far nú avstað fyri hesa ferð; men tá ið eg fái stundir, skal eg kalla teg til mín aftur.» v26 Eisini gjørdi hann sær vón um, at hann skuldi fáa pengar av Paulusi; tí var tað eisini, at hann oftari sendi boð eftir honum og talaði við hann. v27 Men tá ið tvey ár vóru liðin, fekk Feliks sum eftirmann Porkius Festus; og av tí at Feliks vildi vinna sær tøkk hjá Jødunum, læt hann Paulus eftir í leinkjum.