Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 27
Ferðin til Róm, ódnarveður, stranda á Maltu
v1 Men tá ið tað var avgjørt, at vit skuldu sigla til Itáliu, flýddu teir bæði Paulus og nakrar aðrar fangar einum høvuðsmanni, sum æt Július, úr herflokki keisarans. v2 Vit fóru tá umborð á eitt skip frá Adramýttium, sum skuldi leggja at í bygdunum fram við Ásiustrondunum, og løgdu í havið; og Aristarkus, ein makedóniskur maður úr Tessalóniku, var í ferðini við okkum. v3 Og dagin eftir løgdu vit at í Sidon, og Július, sum var beinasamur móti Paulusi, gav honum loyvi at fara at finna vinir sínar og njóta blíðskap teirra. v4 Haðan fóru vit avstað og sigldu inn undir Kýpern, av tí at tað var mótvindur. v5 Og tá ið vit høvdu siglt um havið við Kilikíu og Pamfýliu, komu vit til Mýru í Lýkíu. v6 Og har rakti høvuðsmaðurin við eitt skip frá Aleksandriu, sum skuldi sigla til Itáliu, og hann setti okkum umborð í tað. v7 Í nógvar dagar gekk nú spakuliga við siglingini, og tað var alt tað, at vit vunnu fram at Knidus; og við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kretu við Salmone. v8 Og tað var so, at vit vunnu framum har og komu til ein stað, sum kallast «Góðu havnir», tætt við bygdina Laseu. v9 Men tá ið long tíð var liðin, og sjóferðir longu fóru at verða hættisligar, við tað at eisini føstan longu var farin, ávaraði Paulus teir og segði við teir: v10 «Góðu menn, eg síggi, at sjóferðin fer at verða ein váðaferð og til stóran skaða ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri okkara egna lív.» v11 Men høvuðsmaðurin hevði betri álit á stýrimanninum og skiparanum enn á tí, sum Paulus segði. v12 Og tá ið havnin var ólagalig til vetrarlegu, tóku teir flestu tey ráð at leggja til havs haðan, um teir kundu verða førir at vinna fram til Føniks og taka vetrarlegu har; hetta er ein havn á Kretu, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi. v13 Og tá ið nú kom makligur vindur av suðri, hildu teir seg kunna útinna ætlan sína og lættu akker og sigldu fram við Kretu, tætt í landi. v14 Men áðrenn langt um leið, brast hann á niður av oynni við glaðustroki, sum kallað er Evrakvilo. v15 Og tá ið skipið fell av og ikki kundi liggja upp móti vindinum, hildu vit undan og lótu reka. v16 Og tá ið vit rendu inn undir eina lítla oyggj, sum kallast Klauda, var tað við neyð, at vit fingu bjargað bátinum. v17 Tá ið teir høvdu drigið hann inn, tóku teir tað til ráða at royna at bjarga og løgdu tog um skipið; og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu dríva suður í Sýrtuna, strikaðu teir seglini og lótu so reka. v18 Og tá ið vit vóru illa staddir av harðveðrinum, kastaðu teir dagin eftir farmin fyri borð; v19 og triðja dagin kastaðu teir við egnum hondum skipsgreiðurnar út. v20 Men tá ið hvørki sól ella stjørnur vóru at síggja í fleiri dagar, og ódnin, sum leikaði í, ikki var lítil, tá var at endanum eingin vón eftir um tað, at vit kundu verða bjargaðir. v21 Og tá ið teir leingi høvdu verið matleysir, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: «Góðu menn, tit áttu at hava fylgt mínum ráði og ikki verið farnir frá Kretu og verið slopnir frá hesi váðaferð og hesum skaða. v22 Og nú ráði eg tykkum at hava gott treyst; tí at ikki ein sál av tykkum skal umkomast, men skipið skal farast; v23 tí at á hesi nátt stóð hjá mær ein eingil frá tí Guði, sum eg tilhoyri, sum eg eisini tæni, v24 og segði: «Óttast ikki, Paulus; fyri keisaran eigur tú at koma; og sí, Guð hevur miskunnsamliga givið tær allar teir, sum eru í sjóferðini við tær.» v25 Havið tí gott treyst, menn, tí at eg líti á Guð, at tað fer at gangast soleiðis, sum sagt er við meg. v26 Men vit fara at stranda á eini oyggj.» v27 Men tá ið fjúrtanda náttin var komin og vit rókust um úti á Adriahavinum, hildu skipsmenninir seg um miðju nátt hava varhuga av, at teir nærkaðust landi. v28 Og tá ið teir skattaðu dýpið, fingu teir tjúgu favnar; og tá ið teir vóru komnir eitt sindur longur haðan ífrá og uppaftur skattaðu dýpið, fingu teir fimtan favnar. v29 Og av tí at teir óttaðust fyri, at vit skuldu koma upp á sker, kastaðu teir fýra akker út afturi í bak og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma. v30 Men tá ið skipsmenninir royndu at rýma burtur frá skipinum og koyrdu bátin á sjógvin og lótust at vilja leggja akker út í frammi, v31 segði Paulus við høvuðsmannin og hermenninar: «Um hesir menninir ikki verða verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir.» v32 Tá høgdu hermenninir togini á bátinum av og sleptu honum. v33 Men inntil tað tók at lýsa fyri degi, áminti Paulus allar at fáa sær mat og segði: «Í dag er tað fjúrtandi dagurin, sum tit hava bíðað matleysir, og einki fingið at eta. v34 Tí biði eg tykkum fáa tykkum at eta; tí at hetta er tykkum til bjargingar. Tí at ikki skal hár á høvdi skalast á nøkrum tykkara.» v35 Og tá ið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð og takkaði Guði, so allir sóu, og breyt tað og fór at eta. v36 Tá ressaðust allir við og fingu sær eisini at eta. v37 Og til samans vóru vit á skipinum tvey hundrað og seks og sjúti sálir. v38 Og tá ið teir høvdu etið seg mettar, lættu teir um skipið við at kasta kornið á sjógvin. v39 Og tá ið dagur kom, kendu teir ikki landið, men teir sóu eina vík, har sum fjøruslætt var, og teir gjørdu av at seta skipið á land har, um tað kundi vera gjørligt hjá teimum. v40 Og teir gjørdu leyst frá akkerunum og sleptu teimum í sjónum, samtíðis loystu teir stýrisbondini og vundu upp ráseglið fyri vindin og hildu inn á fjøruna. v41 Men teir komu á eitt riv, har sum djúpt var báðumegin, og skipið tók botn, og tað stóð í frammi og vikaðist ikki, men í bak var tað sundurbrotið av brimganginum. v42 Nú var tað ætlan hjá hermonnunum at drepa fangarnar, fyri at eingin skuldi svimja burtur og rýma. v43 Men høvuðsmaðurin, sum vildi bjarga Paulusi, forðaði teimum í hesi ætlan teirra og beyð, at teir, sum dugdu at svimja, skuldu leypa á sjógvin og fyrstir sleppa sær á land, v44 og at hinir skuldu bjarga sær, summir á plonkum, summir á skipssprekum. Og soleiðis gekk tað til, at allir vórðu bjargaðir á land.