Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 28
Góð móttøka á Maltu
v1 Og tá vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. v2 Og fólkið á oynni sýndi okkum serstakan mannakærleika; tí at tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum somlum, við tað at regn kom og kuldi var. v3 Men tá ið Paulus hentaði saman eina rúgvu av turrum greinum og legði á bálið, skreið ein ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara. v4 Og tá ið oyarbúgvarnir sóu djórið hanga við hondina á honum, søgdu teir sín ámillum: «Óivað er hasin maðurin ein manndrápari, sum rættvísin ikki lovaði at liva, tó at hann er bjargaður av havinum.» v5 Men hann risti djórið av sær í eldin og hevði einki mein av tí. v6 Men teir væntaðu, at hann mundi fara at bólgna upp ella brádliga detta deyður niður. Men tá ið teir høvdu bíðað leingi eftir hesum, og sóu, at einki ilt hendi hann, skiftu teir um og søgdu hann vera ein gud. v7 Men ikki langt frá hesum staði hevði hægsti maðurin á oynni, Publius at navni, ein garð. Hann tók móti okkum og veitti okkum vinsamliga gestablídni í tríggjar dagar. v8 Og tað vildi so til, at faðir Publiusar lá sjúkur av hitasótt og blóðgangi. Paulus fór inn til hansara og helt bøn og legði hendurnar á hann og grøddi hann. v9 Og tá ið hetta hevði tilborist, komu eisini hini á oynni, sum høvdu sjúkdómar, til hansara og vórðu grødd. v10 Tey sýndu okkum eisini miklan heiður, og tá ið vit sigldu burtur haðan, bóru tey umborð tílíkt, sum okkum var tørvur á.
Teir koma til Róm
v11 Og tá ið tríggir mánaðir vóru lidnir, sigldu vit avstað haðan við einum skipi frá Aleksandriu, sum hevði ligið við oynna um veturin og hevði Tvíburðarbrøðurnar sum merki. v12 Og vit løgdu at í Sýrakus og steðgaðu har í tríggjar dagar. v13 Haðan sigldu vit longur fram og komu til Regium; og tá ið ein dagur var farin, fingu vit sunnanvind og komu dagin eftir til Puteoli. v14 Har hittu vit brøður og vórðu bidnir um at steðga hjá teimum í sjey dagar. Og so fóru vit til Róm. v15 Og haðan komu brøðurnir, tá ið teir høvdu fingið at frætta um okkum, til møtis við okkum líka til Appiusar Forum og Tres Tabernæ. Og tá ið Paulus sá teir, takkaði hann Guði og fekk dirvi. v16 Og tá ið vit so vóru komnir inn í Róm, (flýddi høvuðsmaðurin høvdinganum fyri lívvaktini fangarnar; tó) fekk Paulus loyvi at búgva fyri seg sjálvan saman við tí hermanninum, sum helt vakt yvir honum.
Paulus prædikar fyri Jødum í Róm; hann verður hildin í varðhaldi í tvey ár
v17 Men tá ið tríggir dagar vóru lidnir, hendi tað, at hann kallaði saman hinar fremstu menninar millum Jødanna. Og tá ið teir vóru saman komnir, segði hann við teir: «Góðu menn og brøður; tó at eg einki havi gjørt móti fólki okkara, ella fedrasiðum okkara, eri eg frá Jerúsalem givin upp sum fangi í hendurnar á Rómverjum. v18 Tá ið teir høvdu havt rannsókn um meg, vildu teir sleppa mær leysum, av tí at eingin deyðasøk fanst hjá mær. v19 Men við tað at Jødarnir mæltu ímót, noyddist eg at skjóta mál mítt til keisarans; men ikki so at skilja, at eg hevði nakað at klaga fólk mítt fyri. v20 Av hesi orsøk havi eg nú kallað tykkum higar fyri at síggja tykkum og tala við tykkum; tí fyri vónar Ísraels skuld liggi eg í hesi leinkju.» v21 Men teir søgdu við hann: «Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Júdeu, og ei heldur er nakar av brøðrunum komin higar og hevur kunngjørt ella talað nakað ilt um teg. v22 Men rætt tykir tað okkum, at vit fáa at hoyra av tær, hvat ið tær býr í huga; tí at um henda flokkin er okkum kunnigt, at hann allar staðir verður mótmæltur.» v23 Tá ið teir so høvdu avrátt ein dag við hann, komu teir til hansara í herbergi hansara fleiri í tali, og fyri teimum greiddi hann og vitnaði um Guðs ríki og royndi at sannføra teir um Jesus bæði út av Móselógini og profetunum, frá tíðliga á morgni til kvølds. v24 Og summir vórðu sannførdir av tí, sum talað var, men summir trúðu ikki. v25 Og í ósemju sín ámillum fóru teir avstað, tá ið Paulus hevði sagt hetta eina orðið: «Beint talaði heilagi andin við Jesaja profeti til fedrar tykkara, v26 tá ið hann segði: «Far til hetta fólkið og sig: Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. v27 Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.» v28 Vita skulu tit tí, at henda Guðs frelsa er send heidningunum; og hjá teimum skal hon eisini verða hoyrd.» v29 [Og tá ið hann hevði sagt hetta, fóru Jødarnir avstað, og teir høvdu stórt orðstríð sín ámillum.] v30 Og hann varð verandi tvey samfull ár í tí herberginum, sum hann hevði leigað sær, og tók ímót øllum teimum, sum komu inn til hansara; v31 og hann boðaði um Guðs ríki og talaði um Harran Jesus Krist við øllum treystleika, uttan hindurs.