Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 3
Pætur grøðir haltan mann
v1 Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin um bønastundina, um nónbil. v2 Og ein maður, sum var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann løgdu tey hvønn dag við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Føgrudyr, so at hann kundi biðja olmussu av teimum, sum gingu inn í halgidómin. v3 Tá ið hann sá Pætur og Jóhannes, sum ætlaðu sær at ganga inn í halgidómin, bað hann geva sær olmussu. v4 Men Pætur leit fastliga at honum, saman við Jóhannesi, og segði: «Hygg upp á okkum!» v5 Og hann bíndi at teimum, við tað at hann væntaði sær at fáa okkurt frá teimum. v6 Men Pætur segði: «Silvur og gull eigi eg ikki; men tað sum eg havi, tað gevi eg tær: Í navni Jesu Krists úr Nasaret, statt upp og gakk!» v7 Og hann tók í høgru hond á honum og reisti hann á føtur. v8 Men í stundini vórðu føtur hansara og øklar sterkir, og hann sprakk upp og stóð og gekk, og fór við teimum inn í halgidómin og gekk umkring og leyp og lovaði Guði. v9 Og alt fólkið sá hann ganga umkring og lova Guði. v10 Og tey komust við hann, at tað var hann, sum hevði sitið við Føgrudyr á halgidóminum fyri at fáa olmussu; og tey vórðu full av undran og ræðslu um tað, sum hent var honum. v11 Men tá ið hann helt seg aftur at Pæturi og Jóhannesi, flokkaðist alt fólkið um teir í teirri súlnagongini, sum er kallað eftir Sálomoni, og tey vóru heilt óttafull.
Pætur kunnger, at Jesus er Messias
v12 Men tá ið Pætur sá tað, talaði hann til fólkið: «Tit Ísraels menn, hví eru tit bilsnir av hesum? ella hví stara tit á okkum, sum at vit av egnum mátti ella gudsótta høvdu gjørt tað, at hann gongur? v13 Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups, og Guð fedra vára hevur dýrmætan gjørt tænara sín, Jesus, sum tit góvu upp og avnoktaðu frammi fyri Pilatusi, tá ið hann dømdi, at hann skuldi sleppa leysur. v14 Men tit avnoktaðu hin heilaga og rættvísa, og bóðu um, at ein manndrápari skuldi verða tykkum givin; v15 men lívsins høvdinga tóku tit av lívi, sum Guð reisti upp frá deyðum, og um tað eru vit vitni. v16 Og við trúnni á navn hansara hevur navn hansara styrkt henda mann, sum tit síggja og kenna; og trúgvin, sum elvdist av honum, hevur givið hesum manni hansara fulla førleika, so tit øll somul síggja. v17 Og nú veit eg, brøður, at tit gjørdu tað av vankunnu, eins og ráðharrar tykkara. v18 Men Guð læt soleiðis tað ganga út, sum hann frammanundan hevði boðað við munninum á øllum profetunum, at Kristus hansara skuldi líða. v19 Fáið tí eitt annað sinnalag og vendið um, fyri at syndir tykkara mega verða strikaðar, so at sálarbótar tíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, v20 og hann kann senda tann Krist, sum tykkum er tilætlaður, Jesus, v21 sum himmalin eigur at taka ímóti, líka til endurreisnartíðin fyri øllum lutum er komin, sum Guð hevur talað um við munninum á sínum heilagu profetum frá fyrndartíðum. v22 Tí at Móses segði: «Ein profet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara eins og meg; á hann skulu tit lýða í øllum tí, sum hann talar til tykkara. v23 Og so skal verða, at ein og hvør sál, sum ikki lýðir á henda profet, skal verða týnd burtur úr fólkinum.» v24 Og eisini allir profetarnir frá Sámuel og teir, sum aftaná komu, so mangir sum hava talað, teir hava eisini boðað hesar dagarnar. v25 Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, sum Guð gjørdi við fedrar tykkara, tá ið hann segði við Ábraham: «Og av avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini fáa signing.» v26 Fyri tykkum hevur Guð fyrst reist upp tænara sín, og hevur sent hann at vælsigna tykkum, við tað at ein og hvør tykkara vendir sær frá illskapi sínum.»