Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 8
Stór forfylging
v1 Og Saul hevði góðan hugnað í lívláti hansara. Men tann dagin kom í ein stór atsókn móti kirkjuliðinum í Jerúsalem; og øll vórðu spjødd út um bygdir í Júdeu og Sámáriu, uttan ápostlarnir. v2 Men nakrir menn, sum óttaðust Guð, gróvu Stefan og hildu mikla harmaklagu yvir honum. v3 Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús. v4 Men tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins.
Filip í Sámáriu; Símun gandakallur
v5 Men Filippus kom tá oman í bygdina í Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum. v6 Og samhugað gav fólkið gætur eftir orðum Filippusar, tá ið tey hoyrdu tey og sóu tey tekin, sum hann gjørdi; v7 tí at tað vóru mong, sum høvdu óreinar andar; teir fóru út úr teimum, rópandi við harðari rødd, og mong lamin og vanfør vórðu lekt. v8 Og har varð stór gleði í teirri bygdini. v9 Men ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjørdi fólkið í Sámáriu bilsið, við tað at hann segði seg sjálvan vera nakað stórt. v10 Øll góvu sær far um hann, bæði smá og stór, og søgdu: «Hesin maður er tann Guðs kraft, sum kallast mikil.» v11 Men tey góvu sær far um hann av teirri orsøk, at hann í langa tíð hevði gjørt tey bilsin við sínum gandakunstum. v12 Men tá ið tey nú trúðu Filippusi, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Krists navn, lótu tey seg doypa bæði menn og konur. v13 Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg støðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjørd vórðu, undraðist hann. v14 Men tá ið ápostlarnir, teir sum vóru í Jerúsalem, hoyrdu, at Sámária hevði tikið við Guðs orði, sendu teir til teirra Pætur og Jóhannes. v15 Teir fóru oman hagar og bóðu fyri teimum um, at tey máttu fáa heilagan anda; v16 tí at enn var hann ikki fallin á nakran teirra, men tey vóru eina doypt til navns Harrans Jesu. v17 Síðan løgdu teir hendurnar á tey, og tey fingu heilagan anda. v18 Men tá ið Símun sá, at heilagi andin varð givin, í tí at hendur ápostlanna vórðu álagdar, bar hann teimum pening og segði: v19 «Gevið eisini mær handa mátt, so at hvør tann, sum eg leggi hendurnar á, kann fáa heilagan anda!» v20 Men Pætur segði við hann: «Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí at tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening! v21 Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði; tí at hjarta títt er ikki rætt fyri Guði. v22 Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin; v23 tí at eg síggi, at tú ert staddur í beiskleikagalli og órættvísi-fjøtri.» v24 Men Símun svaraði og segði: «Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma yvir meg av tí, sum tit hava sagt!» v25 Tá ið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerúsalem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámáriubúgvum.
Hirðmaðurin úr Etiópiu
v26 Men eingil Harrans talaði til Filippusar og segði: «Statt upp og far suður eftir og gakk eftir tí veginum, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!» – Tað er ein oyðivegur. – v27 Og hann stóð upp og fór. Og sí, har var ein maður úr Etiópiu, hirðmaður og høvdingi hjá Kandake, drotning Etiópiumanna, sum hevði allar dýrgripir hennara í varðveitslu; hann var komin til Jerúsalem at halda bøn. v28 Og hann var nú á heimferðini og sat í vagni sínum og las Jesaja profet. v29 Men andin segði við Filippus: «Far og halt teg aftur at hesum vagni!» v30 Men Filippus fór rennandi hagar og hoyrdi hann lesa Jesaja profet; og hann segði: «Skilir tú tað, sum tú lesur?» v31 Men hann segði: «Hvussu skal eg kunna tað, uttan at onkur leiðbeinir meg?» Og hann bað Filippus stíga upp og seta seg hjá sær. v32 Men tað stykkið av skriftini, sum hann var við at lesa, var hetta: «Sum ein seyður varð hann leiddur til skurðar, og eins og lamb er tigandi móti tí, sum klippir tað, soleiðis letur hann ikki upp munn sín. v33 Í neyðarstandinum varð dómur hansara avtikin; hvør kann siga frá ætt hansara, við tað at lív hansara er tikið burtur av jørðini?» v34 Men hirðmaðurin tók til orða og segði við Filippus: «Sig mær, um hvønn sigur profeturin hetta? um seg sjálvan ella um onkran annan?» v35 Og Filippus læt upp munn sín, og í tí hann tók undir við hesum skriftorði, fór hann at boða honum gleðiboðskapin um Jesus. v36 Og sum teir fóru fram eftir veginum, komu teir at nøkrum vatni, og hirðmaðurin segði: «Hygg, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?» ( v37 Og Filippus segði: «Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða.» Men hann svaraði og segði: «Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.») v38 Og hann beyð, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, bæði Filippus og hirðmaðurin, og hann doypti hann. v39 Men tá ið teir komu upp úr aftur vatninum, rykti andi Harrans Filippus burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki meira; tí at glaður fór hann veg sín. v40 Men Filippus varð funnin í Asdod, og hann ferðaðist um og boðaði gleðiboðskapin í øllum bygdunum, líka til hann kom til Kesareu.