Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Ápostlasøgan, kapittul 9
Saul umvendur
v1 Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans, fór til høvuðsprestin v2 og bað hann um bræv til Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til «vegin», menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerúsalem. v3 Men tá ið hann á ferðini var komin nær til Damaskus, ljómaði knappliga eitt ljós av himni um hann; v4 og hann fell til jarðar og hoyrdi eina rødd siga við seg: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær?» v5 Men hann segði: «Hvør ert tú, Harri?» Og hann svaraði: «Eg eri Jesus, sum tú søkir at. v6 Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær verða sagt, hvat tú eigur at gera.» v7 Men menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir; teir hoyrdu fullvæl røddina, men sóu ongan. v8 Og Saul reistist upp av jørðini; men tá ið hann læt eyguni upp, sá hann einki, og teir leiddu hann við hondunum og fóru við honum inn í Damaskus. v9 Og tríggjar dagar sá hann einki, og hann hvørki át ella drakk. v10 Men í Damaskus var ein lærusveinur, sum æt Ánanias, og Harrin segði við hann í eini sjón: «Ánanias!» Og hann segði: «Sí, her eri eg, Harri!» v11 Men Harrin segði við hann: «Statt upp og far í ta gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí, sí, hann biður. v12 Og hann hevur (í eini sjón) sæð ein mann, sum eitur Ánanias, koma til sín og leggja hendurnar á seg, so at hann kundi fáa sjónina aftur!» v13 Men Ánanias svaraði: «Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt tínum heilagu í Jerúsalem. v14 Og her hevur hann í umboði frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn títt.» v15 Men Harrin segði við hann: «Far tú, tí at hesin maður er mær eitt útvalt ílat til at bera navn mítt fram fyri heidningar og kongar og Ísraels børn; v16 tí at eg vil sýna honum, hvussu mikið hann eigur at líða fyri navns míns sakir.» v17 Og Ánanias fór tá avstað og kom inn í húsið og legði hendurnar á hann og segði: «Saul, bróðir, Harrin hevur sent meg, Jesus, tann sum birtist fyri tær á veginum, sum tú komst, til tess at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur við heilagum anda.» v18 Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl fra eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur. v19 Og hann fekk sær mat og styrknaði. Men hann varð nakrar dagar hjá lærusveinunum í Damaskus.
Saul flýggjar úr Damaskus
v20 Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs. v21 Men øll, sum hoyrdu tað, gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Er hetta ikki tann maðurin, sum í Jerúsalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navnið, og var komin higar fyri at føra tey bundin til høvuðsprestarnar?» v22 Men Saul styrknaði enn meira og hann tepti Jødarnar, sum búðu í Damaskus, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus. v23 Men tá ið nógvir dagar vóru lidnir, samráddust Jødarnir um at taka hann av lívi. v24 Men Saul fekk at vita um svikaráð teirra. Teir hildu eisini vakt um staðarliðini bæði nátt og dag, fyri at teir kundu taka hann av lívi. v25 Men lærusveinarnir tóku hann á náttartíð og sleptu honum út um múrin, við tað at teir lestu hann niður í eini kurv. v26 Og tá ið hann kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærusveinarnar; men øll ræddust hann, av tí at tey ikki trúðu, at hann var lærusveinur. v27 Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar, og hann segði teimum frá, hvussu hann á veginum hevði sæð Harran, og at hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði talað frímóðiga í Jesu navni. v28 Og hann gekk út og inn hjá teimum í Jerúsalem og talaði frímóðiga í Harrans navni. v29 Og hann bæði talaði og hevði orðadrátt við Hellenistarnar; og teir høvdu í umbúna at taka hann av døgum. v30 Men tá ið brøðurnir fingu hetta at vita, førdu teir hann oman til Kesareu og sendu hann haðan til Tarsus.
Pætur grøðir Eneas og vekur upp Tabitu
v31 So hevði nú kirkjuliðið frið um alla Júdeu og Galileu og Sámáriu og varð uppbygt og gekk fram í Harrans ótta og tók til við áminning heilaga andans. v32 Men tað bar so til, tá ið Pætur ferðaðist um allar staðir, at hann kom eisini oman til hini heilagu, sum búðu í Lýdda. v33 Og har hitti hann ein mann, Eneas at navni, sum í átta ár hevði ligið á seingini, og var hann lamin. v34 Og Pætur segði við hann: «Eneas! Jesus Kristus ger teg frískan; statt upp og reið upp hjá tær sjálvum!» Og í stundini stóð hann upp. v35 Og tey sóu hann, øll tey, sum búðu í Lýdda og Sáron, og tey vendu um til Harrans. v36 Men í Joppe var ein lærusveinur, ein kvinna, Tabita at navni, sum, tá ið tað er útlagt, merkir hind. Hon var rík av góðum gerðum og olmussugávum, sum hon gav. v37 Men tað hendi í teimum døgunum, at hon varð sjúk og doyði; og tey tváaðu hana og løgdu hana niðan í loftstovuna. v38 Men við tað at Lýdda er nær við Joppe, sendu lærusveinarnir, tá ið teir frættu, at Pætur var har, tveir menn til hansara við teirri bøn: «Bíða ikki við at koma til okkara!» v39 Og Pætur reistist og fór við teimum. Og tá ið hann var komin, fóru tey við honum niðan í loftstovuna, og allar einkjurnar stóðu rundan um hann grátandi og vístu honum allar teir kjólar og tær kápur, sum Hindin hevði gjørt, meðan hon var hjá teimum. v40 Men Pætur læt tey øll fara út, og hann fell á knæ og helt bøn; og hann vendi sær at líkinum og segði: «Tabita, reis teg upp!» Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp. v41 Men hann rætti henni hond sína og reisti hana á føtur; og hann rópaði hini heilagu og einkjurnar og leiddi hana fram livandi. v42 Men hetta frættist um alla Joppe, og mong trúðu á Harran. v43 Og tað kom so at vera, at hann dvaldist nógvar dagar í Joppe hjá einum, sum æt Símun, einum garvara.