Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 1
Heilsan til kirkjuliðið í Róm
v1 Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostuls, tilskilaður til at boða gleðiboðskap Guðs, v2 sum hann frammanundan gav fyrijáttan um við profetum sínum í heilagum skriftum, v3 um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt, v4 men eftir anda heilagleikans er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum, Jesus Krist, váran harra, v5 sum vit hava fingið náði við og ápostladømi til at vekja trúarlýdni millum øll heiðin fólk fyri navns hansara skuld, v6 – og teirra millum eru eisini tit, Jesu Krists kallaðu, – v7 til øll tey Guðs elskaðu, sum eru í Róm, tey kallaðu, heilagu: Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri trúnna, longsil eftir at boða gleðiboðskapin – Guðs kraft til frelsu – í Róm
v8 Fyrst takki eg Guði mínum fyri Jesu Krists skuld fyri tykkum øll, av tí at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin. v9 Tí at Guð, sum eg tæni í anda mínum við gleðiboðskapinum um son hansara, er vitni mítt um, hvussu eg uttan íhald havi tykkum í huga, v10 við tað at eg altíð í bønum mínum biði um, at mær endiliga einaferð mátti eydnast, um Guð vildi lata tað so vera, at koma til tykkara. v11 Tí at mær leingist eftir at síggja tykkum, fyri at eg kundi givið tykkum einahvørja andliga náðigávu, til tess at tit mega styrkjast, v12 men tað er, til tess at eg tykkara millum kundi uggast saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni. v13 Og eg vil ikki, at tit, brøður, skulu vera óvitandi um, at eg mangar ferðir havi ætlað mær at koma til tykkara, – men havi verið hindraður líka higartil, – fyri at eg kundi fáa einhvønn ávøkst eisini hjá tykkum, líkasum hjá hinum heidningafólkunum. v14 Bæði hjá Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld. v15 Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin eisini fyri tykkum, sum eru í Róm. v16 Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka. v17 Tí at rættvísi Guðs verður í honum opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: «Men hin rættvísi skal liva av trúgv.»
Heidningarnir undir Guðs vreiði
v18 Tí at vreiði Guðs verður opinberað av himni yvir alt gudloysi og alla órættferð hjá teimum monnum, sum køva sannleikan við órættferð; v19 av tí at tað, sum kann vitast um Guð, er eyðsýnt millum teirra, tí at Guð hevur birt teimum tað. v20 Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við, v21 tá ið teir, tó at teir kendu Guð, kortini ikki dýrmettu hann sum Guð ella takkaðu honum, men gjørdust fáfongdir í hugsanum sínum, og teirra óskynsama hjarta varð hult í myrkri. v22 Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir, v23 og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guðs um við mynd, sum líktist deyðiligum manni, fuglum, ferføttum djórum og skriðkyktum.
Heidningarnir undir Guðs revsing
v24 Tess vegna gav Guð teir upp í hjartans girndir teirra til óreinsku, so at teir sín ámillum skemdu likam síni, v25 teir sum skiftu sannleika Guðs um við lygn, og ærdu og dýrkaðu skapningin í skaparans stað, hann sum er hálovaður um allar ævir. Amen. v26 Tí gav Guð teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni, v27 og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var. v28 Og líkasum teir ikki hirdu um at hava kunnugleika um Guð, soleiðis gav Guð teir upp í eitt ringt huglyndi, so at teir gjørdu tað, sum ósømiligt er, v29 uppfyltir av alskyns órættferð, vándsku, ágirnd, illskapi, fullir av øvund, manndrápi, klandri, sviki, illsinni, v30 illmælismenn, baktalarar, gudshatarar, yvirgangskroppar, hástórir, orðavargar, svikvísir, foreldrum ólýdnir, v31 óskynsamir, óálítandi, kærleiksleysir, miskunnarleysir, v32 menn, sum vita um Guðs rættvísa dóm, at teir, sum slíkt gera, eru sekir til deyða, og tó ikki bert gera hetta, men eisini geva teimum viðhald, sum tað gera.