Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 10
Jødar vandnir um Guðs sakir, tó ikki við skynsemi
v1 Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. v2 Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guðs sakir, men ikki við skynsemi. v3 Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guðs, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guðs.
Lógarrættvísin og trúarrættvísin eru hvør mót aðrari
v4 Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr. v5 Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við hana. v6 Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: «Sig ikki í hjarta tínum: «Hvør vil fara upp í himin?» – tað er, til at flyta Krist oman, – v7 ella: «Hvør vil fara niður í undirdýpið?»» – tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum. v8 Men hvat sigur hon? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. v9 Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; v10 tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. v11 Tí at skriftin sigur: «Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.» v12 Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. v13 Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.
Evangeliið er boðað Jødum – sum roynast vantrúnir og tvørsintir
v14 Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? v15 Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: «Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!» v16 Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin; tí at Jesaja sigur: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum?» v17 So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. v18 Men eg sigi: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: «Út um alla jørðina er rødd teirra farin, og til endar heimsins orð teirra.» v19 Men eg sigi: Skildi tá Ísrael tað ikki? Fyrst sigur Móses: «Eg vil gera tykkum ágrýtnar móti einum fólki, sum ikki er fólk, móti einum skilaleysum fólki vil eg birta vreiði tykkara.» v20 Men Jesaja troystar sær at siga: «Eg varð funnin av teimum, sum ikki leitaðu eftir mær, eg eri vorðin kunnur fyri teimum, sum ikki spurdu eftir mær.» v21 Men við Ísrael sigur hann: «Allan dagin rætti eg út hendur mínar móti einum ólýdnum og tvørsintum fólki.»