Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 11
Ein partur av Ísrael hevur tikið við Guðs náði
v1 Eg sigi tí: Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt. v2 Guð hevur ikki rikið fólk sítt frá sær, sum hann frammanundan kendi. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur í greinini um Elia, hvussu hann stígur fram fyri Guð við klagu móti Ísrael: v3 «Harri, profetar tínar hava teir dripið, og altar tíni hava teir rivið niður, og eg eri einsamallur eftir, og mær standa teir eftir lívinum.» v4 Men hvat sigur Guðs aftursvar til hansara? «Eg leivdi mær sjálvum sjey túsund menn, sum ikki hava boygt knæ fyri Báal.» v5 Soleiðis er tá eisini í núverandi tíð ein leivd vorðin eftir samsvarandi náði-útveljingini. v6 Men er tað av náði, tá er tað ikki longur av gerningum, annars verður náðin ikki longur náði. v7 Hvat tá? Tað, sum Ísrael tráar eftir, hava teir ikki náað; men hini útvaldu hava náað tað, men hinir vórðu forherðaðir; v8 soleiðis sum skrivað stendur: «Guð gav teimum dovisleiks-anda, eygu til ikki at síggja, og oyru til ikki og hoyra, líka til dagin í dag.» v9 Og Dávid sigur: «Verði borðhald teirra teimum ein snerra og eitt haft og ein meinbogi og eitt endurgjald! v10 Blindist eygu teirra, so at teir ikki síggja, og boygg tú altíð bak teirra!»
Men vegna vantrúnna hjá hinum partinum er frelsan komin út til heidningarnar
v11 Eg sigi tí: «Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis. v12 Men er fall teirra heiminum eitt ríkidømi, og er skaði teirra heidningunum eitt ríkidømi, hvør mikið meira tá, um teir koma allir sum ein. v13 Men við tykkum, tit heidningar, sigi eg: So satt sum eg nú eri heidningaápostul, virði eg tænastu mína, v14 um eg kundi vakt ættarmenn mínar til ágrýtnis og frelst onkrar av teimum. v15 Tí at er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum?
Sum ikki eiga at vanmeta Jødar
v16 Men er frumgróðurin heilagur, tá er deiggið tað við, og er rótin heilag, tá eru greinirnar tað við. v17 Men um nú summar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, sum ert villoljuviður, varð gróðursettur millum teirra og varð luteigandi við teimum í rót og fiti oljutræsins, v18 tá rósa tær ikki móti greinunum; men um tú rósar tær, so er tað tá ikki tú, sum bert rótina, men rótin, sum ber teg. v19 Tú manst tá siga: «Greinirnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur.» v20 Satt er tað. Fyri vantrúar skuld vórðu tær brotnar av, men fyri trúar skuld stendur tú. Ver ikki hástórur, men óttast! v21 Tí at spardi Guð ikki hinar náttúrligu greinirnar, tá skal hann ikki heldur spara teg. v22 Sí tá góðsku Guðs og strangleika: strangleika móti teimum, sum falnir eru, men Guðs góðsku móti tær, um tú verður verandi í góðskuni; annars verður tú eisini høgdur av. v23 Men hinir skulu eisini verða gróðursettir, um teir ikki halda fram í vantrúnni; tí at Guð er mentur at gróðurseta teir aftur. v24 Tí at um tú varð høgdur av tí oljutræi, sum av náttúruni er villviður, og ert móti náttúruni gróðursettur í eitt røktað oljutræ, hvør mikið meira skulu tá hesar greinirnar verða gróðursettar í sítt egna oljutræ, sum tær av náttúruni hoyra til!
Forherðing Ísraels skal eina ferð halda uppat, tá skal Ísrael koma til trúgv og frelsu
v25 Tí at eg vil ikki, brøður, at tit einki skulu vita um hetta loyndarmál – til tess at tit ikki skulu halda tykkum sjálvar klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka til heidningarnir eru komnir inn allir sum ein. v26 Og so skal alt Ísrael verða frelst, soleiðis sum skrivað stendur: «Frá Sion skal frelsarin koma, hann skal oyða burtur gudloysi frá Jákupi. v27 Og hetta er sáttmáli mín við teir, tá ið eg taki burtur syndir teirra.» v28 Viðvíkjandi gleðiboðskapinum eru teir fíggindar fyri tykkara skuld; men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld; v29 tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína. v30 Tí at eins og tit áður vóru Guði ólýdnir, men nú hava fingið miskunn við ólýdni teirra, v31 soleiðis eru teir nú eisini vorðnir ólýdnir, fyri at eisini teir skulu fáa miskunn við teirri miskunn, sum tykkum er veitt; v32 tí at Guð hevur givið teir allar ólýdninum í vald, fyri at hann kundi miskunna teir allar. v33 O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara! v34 Tí at hvør hevur kent hug Harrans? Ella hvør hevur verið ráðgevari hansara? v35 Ella hvør hevur fyrst givið honum, so at tað skuldi verða honum afturgoldið? v36 Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir. Honum veri dýrd um ævir allar! Amen.