Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 12
Áminning um at liva eitt heilagt lív
v1 So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –; v2 og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna.
Vit eru limir á likami Krists og eiga at tæna hvør øðrum við teim náðigávum, vit hava fingið
v3 Tí at við teirri náði, sum mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa, men heldur hugsa við skynsemi, alt eftir sum Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv. v4 Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, v5 soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum. v6 Og við tað at vit hava ymisligar náðigávur, samsvarandi teirri náði, sum okkum er givin, hvørt tað nú er profetagáva, tá latum okkum nýta hana eftir sum vit hava trúgv til, v7 ella tað er ein tænasta, tá latum okkum varða um tænastuna, ella um einhvør lærir, um læraragerningin, v8 ella um einhvør áminnir, um áminningina; tann, sum býtir út, geri tað við trúlyndi; tann, sum stendur fyri, geri tað við ídni; tann, sum ger miskunnarverk, geri tað við gleði!
Um kærleika, hvørs til annan, eisini til fíggindan
v9 Kærleikin veri falsleysur; havið andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða. v10 Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing. v11 Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum! v12 Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. v13 Sýnið samhug við hini heilagu í tí, sum teimum er tørvur á; leggið tykkum eina við gestablídni. v14 Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! v15 Gleðist við glaðum, grátið við grátandi! v16 Verið samhugaðir hvør við annan; tráið ikki eftir tí høga, men haldið tykkum at tí lága; verið ikki klókir í tykkum sjálvum! v17 Gjaldið ongum ilt fyri ilt; leggið tykkum eina við tað, sum gott er fyri alra manna ásjón. v18 Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk. v19 Hevnið tykkum ikki sjálvar, elskaðu tit, men latið vreiðina sleppa framat; tí at skrivað stendur: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin.» v20 Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka, tí at við tað at tú gert hetta, savnar tú eldgløður á høvur hans. v21 Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum!