Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 14
Hin sterki í trúnni og hin veiki skulu virða hvør annan
v1 Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. v2 Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði. v3 Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær. v4 Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa. v5 Ein ger mun á døgum, annar metir allar dagar líkar; ein og hvør veri til fulnar sannførdur í sínum egna huga. v6 Tann, sum gevur sær far um dagin, ger tað fyri Harranum; og tann, sum etur, ger tað fyri Harranum, tí at hann takkar Guði; og tann, sum ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Guði. v7 Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. v8 Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. v9 Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi. v10 Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól. v11 Tí at skrivað stendur: «So satt sum eg livi, sigur Harrin, fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal lova Guði.» v12 So skal tá ein og hvør okkara gera Guði roknskap fyri sjálvan seg.
Hin sterki í trúnni má ikki leggja meinboga fyri bróður sín
v13 Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara. v14 Eg veit tað og eri fullvísur í tí í Harranum Jesusi, at einki er óreint í sjálvum sær; uttan bert fyri tí, sum heldur okkurt óreint; fyri honum er tað óreint. v15 Tí at fær bróðir tín harm fyri mats tíns skuld, tá gongur tú ikki longur á kærleikans vegi. Før ikki við mati tínum tann til undirgangs, sum Kristus doyði fyri. v16 Latið tí ikki hitt góða, sum tit eiga, verða til spott. v17 Tí at Guðs ríki er ikki eting og drekking, men rættvísi og friður og gleði í heilagum anda. v18 Tí at tann, sum í hesum tænir Kristi, hann er Guði væl toknaður og fullroyndur millum manna. v19 Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging. v20 Brót ikki niður Guðs verk fyri mats skuld! Alt er av sonnum reint; men tað er tó ilt fyri tí manni, sum etur sær til ástoytingar. v21 Tað er beint hvørki at eta kjøt ella drekka vín ella gera nakað, sum bróðir tín stoytir seg á. v22 Ta trúgv, sum tú hevur, hav hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guðs. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur. v23 Men tann, sum ivast, hann er dømdur, um hann etur, av tí at tað ikki er av trúgv; men alt, sum ikki er av trúgv, er synd.