Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 16
Paulus leggur gott orð inn fyri Føbe og sendir heilsan til mong
v1 Eg leggi eitt gott orð inn fyri Føbe, systur okkara, sum er tænari hjá kirkjuliðinum í Kenkreu, v2 at tit taka ímót henni í Harranum, sum tað sømir heilagum, og dugna henni í hvørjum føri, sum hon kann treingja til tykkara; tí at hon hevur verið ein stuðul hjá mongum og hjá mær sjálvum við. v3 Heilsið Prisku og Akvilasi, starvsfeløgum mínum í Kristi Jesusi, v4 sum hava sett sítt egna lív í váða fyri lív mítt, og ikki eg einsamallur takki teimum, men eisini øll kirkjulið heidninganna, v5 og heilsið kirkjuliðinum í húsi teirra. Heilsið Epænetusi, mínum elskaða, sum er frumgróðurin úr Ásiu fyri Krist. v6 Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum. v7 Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum, sum eru navngitnir ápostlanna millum, og sum har aftrat hava verið í Kristi undan mær. v8 Heilsið Ampliatusi, mínum elskaða í Harranum. v9 Heilsið Urbanusi, starvsfelaga okkara í Kristi, og Stakkysi, mínum elskaða. v10 Heilsið Appelesi, sum er fullroyndur í Kristi. Heilsið húsfólkunum hjá Aristobuli. v11 Heilsið Herodioni, skyldmanni mínum. Heilsið teimum húsfólkunum hjá Narkissusi, sum eru í Harranum. v12 Heilsið Trýfænu og Trýfosu, sum hava arbeitt í Harranum. Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur lagt nógv fyri seg í Harranum. v13 Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni. v14 Heilsið Asynkritusi, Flegoni, Hermesi, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum, sum hjá teimum eru. v15 Heilsið Filologusi og Juliasi, Nerevsi og systur hansara, og Olympasi og øllum heilagum, sum hjá teimum eru. v16 Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Øll kirkjulið Krists senda tykkum heilsan.
Paulus varar lesararnar við falslærarar
v17 Men eg áminni tykkum, brøður, at geva gætur eftir teimum, sum valda ósemjurnar og meinbogarnar beint ímót teirri læru, sum tit hava lært, og haldið tykkum burtur frá teimum. v18 Tí at slíkir tæna ikki harra okkara, Kristi, men heldur sínum egna búki, og við fagurlátum og blíðmæltum orðum dára teir hjørtuni í góðvarnum. v19 Tí at lýdni tykkara er vorðið almanna kunnugt; tí gleðist eg um tykkum; men eg vil, at tit skulu vera vísir viðvíkjandi hinum góða, men fákunnir viðvíkjandi hinum illa. v20 Men Guð friðarins skal brádliga sundursora Sátan undir fótum tykkara. Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!
Paulus ber heilsan frá ymsum
v21 Timoteus, starvsfelagi mín, og Lukius og Jason og Sosipater, frændur mínir, lata heilsa tykkum. v22 Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið, sendi tykkum heilsan í Harranum. v23 Gajus, sum lænir mær og øllum kirkjuliðinum hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í staðinum, letur heilsa tykkum, og bróðirin Kvartus. v24 Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen.
Paulus endar brævið við lovi til Guðs
v25 Men honum, sum er mentur at styrkja tykkum samsvarandi gleðiboðskapi mínum og boðanini um Jesus Krist eftir opinberingini av tí loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið tagdur um, v26 men nú er opinberaður og við profetiskum skriftum, eftir fyriskipan hins æviga Guðs, kunngjørdur fyri øllum heidnum fólkum til at vekja trúarlýdni, v27 hinum eina, alvísa Guði veri fyri Jesu Krists skuld dýrd um aldur og ævir allar! Amen.