Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 2
Dómur eftir gerningum
v1 Tí hevur tú onga avsakan, maður, hvør tú so ert, sum dømir. Tí at við tað at tú dømir annan, fordømir tú sjálvan teg; tí at tú, sum dømir, gert sjálvur tað sama. v2 Men vit vita, at Guðs dómur, samsvarandi við sannleika, er yvir teimum, sum slíkt gera. v3 Men hugsar tú tað, maður, sum dømir teir, sum slíkt gera, og gert sjálvur tað sama, at tú skalt sleppa undan Guðs dómi? v4 Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar? v5 Men við harðlyndi tínum og við iðrunarleysa hjarta tínum savnar tú tær sjálvum vreiði á vreiðinnar degi, tá ið Guðs rættvísi dómur verður opinberaður, v6 hann sum skal gjalda einum og hvørjum eftir gerningum hansara, v7 teimum, sum við bindindi í góðum verki søkja dýrd og heiður og ódeyðiligleika, ævigt lív; v8 men teimum, sum lata seg leiða av eginvild og eru sannleikanum ólýðin, men órættvísini lýðin, vreiði og illvild. v9 Trongd og angist kemur yvir eina og hvørja mannasál, sum ger tað, ið ilt er, bæði yvir Jøda fyrst og síðan Grikka. v10 Men dýrd og heiður og friður verður einum og hvørjum fyri, sum ger tað, ið gott er, bæði Jøda fyrst og síðan Grikka.
Heidningar, sum hava samvitskuna, Jødar, sum hava lógina
v11 Tí at hjá Guði er ikki mannamunur. v12 Tí at øll tey, sum hava syndað uttan lóg, skulu eisini verða týnd uttan lóg; og øll tey, sum hava syndað undir lóg, skulu verða dømd av lóg. v13 Tí at ikki eru tey, sum hoyra lógina, rættvís fyri Guði; men tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd. v14 Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg; v15 teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra – v16 á tí degi, tá ið Guð skal døma tað, ið dult er hjá menniskjunum, samsvarandi gleðiboðskapi mínum við Jesusi Kristi. v17 Men um tú kallar teg Jøda og styðjar teg til lóg og rósar tær av Guði, v18 og veitst vilja hansara og dugir at meta teir ymissu lutirnar, við tað at tú ert upplærdur av lógini, v19 og lítur tær sjálvum til at vera vegleiðari hjá blindum, ljós hjá teimum, sum eru í myrkri, v20 uppalari hjá fákunnum, lærari hjá óvitugum, við tað at tú hevur hitt rætta sniðið á kunnleikanum og sannleikanum í lógini, – v21 tú, sum soleiðis lærir annan, lærir tú ikki teg sjálvan? Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú? v22 Tú, sum sigur, at tey skulu ikki dríva hor, drívur tú hor? Tú, sum hevur andstygd fyri skurðgudum, rænir tú skurðgudatempul? v23 Tú, sum rósar tær av lóg, vanvirðir tú Guð við at gera lógbrot? v24 Tí at, sum skrivað stendur: «Navn Guðs verður fyri tykkara skuld spottað heidninganna millum.»
Umskering kann ikki frelsa
v25 Tí at víst er umskering gagnlig, um tú heldur lógina; men um tú ert lógbrótari, tá er umskering tín vorðin yvirhúð. v26 Um tí hin óumskorni heldur boðorðini í lógini, skal tá ikki yvirhúð hansara verða roknað sum umskering? v27 Og man ikki tann, sum av náttúruni er óumskorin, men heldur lógina, døma teg, sum við bókstavi og umskering er lógbrótari? v28 Tí at ikki tann er Jødi, sum er tað í útsjónd, og ikki heldur er tað umskering, sum er tað í útsjónd, í holdi. v29 Men tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í anda, ikki í bókstavi; og rós hansara er ikki av monnum, men av Guði.