Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 3
Jødar eiga víst fyrijáttanir Guðs
v1 Hvønn fyrimun hevur tá Jødin? Ella hvat gagn er í umskeringini? v2 Mikið á ein og hvønn hátt! Fyrst og fremst tað, at Guðs orð hava verið litin teimum til. v3 Tí at hvat um tað? Um so summir vóru ótrúgvir, mundi tá ótrúskapur teirra gera trúskap Guðs til einkis? v4 Nei, á ongum sinni! Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari, soleiðis sum skrivað stendur: «Til tess at tú mást vera rættvísur í orðum tínum og vinna, tá ið menn hava sak við teg.» v5 Men um órættvísi okkara sannar rættvísi Guðs, hvat skulu vit tá siga? Man Guð vera órættvísur, tá ið hann letur vreiði sína koma yvir okkum? Eg tali á mannavísi. v6 Nei, á ongum sinni! Hvussu kundi tá Guð døma heimin? v7 Men um sannleiki Guðs við lygn míni er øktur honum til dýrdar, hví verði eg tá enn dømdur sum syndari? v8 Og eiga vit tá ikki, soleiðis sum vit verða spottaðir fyri, og soleiðis sum summir siga, at vit læra, at gera hitt illa, fyri at hitt góða kann koma burturúr? Rættvísur er dómurin, sum slíkir fáa.
Men teir eins væl og heidningarnir liva í synd, og er tí mannaættin øll sek
v9 Hvat tá? Hava vit tá nakran fyrimun? Nei, als ikki. Tí at vit hava jú áður ásakað bæði Jødar og Grikkar, at teir vóru allir undir synd, v10 sum skrivað stendur: «Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; v11 tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. v12 Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti. v13 Opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu teir svik; ormaeitur er undir vørrum teirra. v14 Muður teirra er fullur av illbøn og beiskleika. v15 Fljótir eru føtur teirra til at úthella blóð. v16 Oyðing og eymd er á vegum teirra, v17 og friðar veg teir ikki kenna. v18 Fyri eygum teirra eingin gudsótti er.» v19 Men vit vita, at alt tað, sum lógin sigur, tað talar hon til teirra, sum eru undir lógini, til tess at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Guði, v20 við tað at einki hold verður rættvísgjørt fyri honum av lógargerningum; tí at við lóg kemur kunnugleiki um synd.
Men rættvísi Guðs er opinberað øllum í Kristi, og Guð rættvísger tann, sum trýr á Jesus
v21 Men nú er rættvísi Guðs, sum vitnað er um av lógini og profetunum, vorðin opinberað uttan lóg, v22 tað er: rættvísi Guðs við trúgv á Jesus Krist fyri øllum teimum og yvir øll tey, sum trúgva; tí at eingin munur er. v23 Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, v24 og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, v25 hann, sum Guð setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, v26 fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus.
Alt rós útistongt
v27 Hvar er tá rósið? Tað er útistongt? Við hvørji lóg? Gerninganna? Nei, men við trúarlóg. v28 Tí at vit halda tað, at menniskjan verður rættvísgjørd av trúgv uttan lógargerningar. v29 Ella er Guð bert Guð Jøda? Man ikki eisini heidninga? Jú, eisini heidninga; v30 so satt sum Guð er ein, og skal rættvísgera umskornar av trúgv og óumskornar við trúnni. v31 Gera vit tá lógina til einkis við trúnni? Nei, á ongum sinni; vit heldur staðfesta lógina.