Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 6
Guðs náði gevur ikki loyvi til at halda fram í syndini; við dópinum eru vit deyð frá syndini og hava fingið kraft til nýtt lív
v1 Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? v2 Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni? v3 Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Krist Jesus, eru doypt til deyða hansara. v4 Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vaktur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í nýggjum levnaði. v5 Tí at eru vit vorðin samgrógvin við hann í líkingini við deyða hansara, tá skulu vit eisini verða tað í líkingini við uppreisn hansara, v6 við tað at vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini; v7 tí at tann, sum deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. v8 Men eru vit deyð við Kristi, trúgva vit tí, at vit eisini skulu liva við honum, v9 við tað at vit vita, at Kristus, vaktur upp frá deyðum, doyr ikki meir; deyðin hevur ikki longur vald á honum. v10 Tí at tað, at hann doyði, doyði hann eina ferð fyri syndina; men tað, at hann livir, livir hann fyri Guði. v11 Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi. v12 Latið tí ikki syndina ráða í tykkara deyðiliga likami, so at tit gerast girndum tess lýðin! v13 Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum órættferðarvápn, men bjóðið heldur Guði tykkum sjálv fram sum livnað upp frá deyðum, og Guði limir tykkara sum rættferðarvápn. v14 Tí at synd skal ikki ráða yvir tykkum; tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði.
Tann, sum er vorðin tænari hjá rættvísini, kann ikki longur vera tænari hjá syndini
v15 Hvat tá? Eiga vit at synda, av tí at vit eru ikki undir lóg, men undir náði? Á ongum sinni! v16 Vita tit ikki, at tá ið tit bjóða tykkum fram til einshvørs sum tænarar til lýdni, tá eru tit tænarar hjá honum, sum tit lýða, annaðhvørt hjá synd til deyða ella hjá lýdni til rættvísi? v17 Men tøkk veri Guði, at tit hava verið tænarar hjá syndini, men vórðu av hjarta lýðin tí lærdómslagi, sum tit vórðu latin yvir til, v18 og tá ið tit vóru loyst frá syndini, gjørdust tit tænarar hjá rættvísini. v19 Eg tali á mannavísi vegna veikleika holds tykkara. Tí at eins og tit hava bjóðað fram limir tykkara sum tænarar hjá óreinskapinum og órættferðini til órættferðar, soleiðis skulu tit nú bjóða fram limir tykkara sum tænarar hjá rættvísini til halganar. v20 Tí at tá ið tit vóru tænarar hjá syndini, tá vóru tit leys frá rættvísini. v21 Hvønn ávøkst høvdu tit tá? Slíkt, sum tit nú skammast við; tí at endin á tílíkum er deyði. v22 Men nú, tá ið tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guðs, hava tit ávøkst tykkara til halganar, og endin er ævigt lív. v23 Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.