Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 8
Fyri tey, sum eru í Kristi, er eingin fordøming, tey eru við Guðs anda fríað frá holdsins og deyðans mátti
v1 So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. v2 Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans. v3 Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum, v4 fyri at rættlætiskravið í lógini skuldi verða fullgjørt hjá okkum, sum ikki ganga eftir holdi, men eftir anda. v5 Tí at tey, sum ganga eftir holdi, tráa eftir tí, sum holdsins er; men tey, sum ganga eftir anda, tráa eftir tí, sum andans er. v6 Tí at trá holdsins er deyði, men trá andans er lív og friður; v7 tí at trá holdsins er fíggindskapur móti Guði, av tí at hon ikki er Guðs lóg lýðin, ja, kann heldur ikki vera tað. v8 Men tey, sum eru í holdinum, kunnu ikki toknast Guði. v9 Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guðs býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til. v10 Men er Kristus í tykkum, tá er væl likamið deytt fyri syndarinnar skuld, men andin er lív fyri rættvísinnar skuld. v11 Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum.
Andans vitnisburður um barnarætt hjá Guði
v12 So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so at vit skuldu liva eftir holdinum. v13 Tí at liva tit eftir holdinum, tá skulu tit doyggja; men deyða tit við andanum gerningar likamsins, tá skulu tit liva. v14 Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guðs, tey eru Guðs børn. v15 Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir! v16 Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn. v17 Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.
Frælsisstynjan skapningsins og okkara, andans hjálp
v18 Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum. v19 Tí at tráan skapningsins bíðar eftir opinbering Guðs barna. v20 Tí at skapningurin er lagdur undir fáfongdina, – ikki við sínum vilja, men fyri hansara skuld, sum legði hann undir hana, – v21 í vón um, at eisini sjálvur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guðs barna. v22 Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú. v23 Ja, ikki bert hann; men eisini vit, sum hava frumgróður andans, eisini vit stynja við okkum sjálvum, við tað at vit bíða eftir sonarættinum, endurloysing likams okkara. v24 Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? v25 Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði. v26 Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. v27 Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guðs vilja gongur í forbøn fyri heilagum.
Allir lutir samvirka til góða hjá teim, sum elska Guð og eru kallað av honum
v28 Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. v29 Tí at tey, sum hann kendi frammanundan, tey skilaði hann eisini til frammanundan til at líkjast mynd sonar síns, fyri at hann kundi vera hin fyrstiføddi millum mangar brøður, v30 og tey, sum hann skilaði til frammanundan, tey kallaði hann eisini; og tey, sum hann kallaði, tey rættvísgjørdi hann eisini; og tey, sum hann rættvísgjørdi, tey dýrmetti hann eisini.
Við Kristi eiga vit trygd og Guðs kærleika
v31 Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? v32 Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum? v33 Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger. v34 Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. v35 Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð? v36 Tað er sum skrivað stendur: «Tín vegna verða vit dripnir allan dagin, verða mettir javnt við skurðseyð.» v37 Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum. v38 Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, v39 hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.