Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 9
Sorg Paulusar um ættarmenn sínar
v1 Eg tali sannleika í Kristi, eg ljúgvi ikki, samvitska mín vitnar tað við mær í heilagum anda, v2 at eg havi stóra sorg og áhaldandi trega í hjarta mínum. v3 Tí at eg kundi ynskt, at eg sjálvur var burturrikin frá Kristi til bata fyri brøður mínar, ættarmenn mínar eftir holdinum, v4 men tað eru Ísraelsmenn, sum sonarætturin tilhoyrir og dýrdin og sáttmálarnir og lóggávan og gudstænastan og fyrijáttanirnar, v5 sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir. Amen.
Guð svíkur ikki fyrijáttanir sínar; fyrijáttanir Guðs eru fyri Guðs andligu børn
v6 Men tað er ikki so, sum at Guðs orð hevur svitast; tí at ikki eru allir teir Ísraelsmenn, sum eru komnir av Ísrael, v7 og heldur ikki eru øll børn, tó at tey eru Ábrahams avkom: men «Í Ísaki skal avkom verða kallað eftir tær.» v8 Tað er: ikki holdsbørnini eru Guðs børn, men fyrijáttanar-børnini verða roknað fyri avkom. v9 Tí at hetta er eitt fyrijáttanarorð: «Um hetta mundið komi eg aftur, og tá skal Sára hava ein son.» v10 Og ikki bert tað; men soleiðis var tað við Rebekku eisini, sum var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara. v11 Tí at áðrenn teir vóru føddir, og áðrenn teir høvdu gjørt nakað gott ella ilt, tá varð, fyri at Guðs útveljingarráðagerð skuldi standa føst, ikki vegna gerninga, men hansara vegna, sum kallar, v12 sagt við hana: «Hin eldri skal tæna hinum yngra;» v13 soleiðis sum skrivað stendur: «Jákup elskaði eg, men Esav hataði eg.»
Guð ger, sum hann sjálvur vil
v14 Hvat skulu vit tá siga? Er nøkur órættvísi hjá Guði? Á ongum sinni! v15 Tí at hann sigur við Móses: «Eg vil miskunna tí, sum eg miskunni, og eg vil eymka tann, sum eg eymki.» v16 Tað stendur tí ikki til hansara, sum vil, ikki heldur til hansara, sum rennur, men til Guðs, sum veitir miskunn. v17 Tí at skriftin sigur við Fárao: «Beint av hesi grund reisti eg teg upp, at eg kundi sýna mátt mín á tær, og at navn mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina.» v18 So miskunnar hann tá tí, sum hann vil, men forherðir tann, sum hann vil.
Hann hevur sýnt langmóð móti heidningum eins væl og Jødum
v19 Tú manst nú vilja siga við meg: «Hvat hevur hann tá enn at klaga um? Tí at hvør kann standa vilja hansara ímót?» v20 Ja, men hvør ert tá tú, menniskja, sum trætir ímót Guði? Man smíðið kunna siga við smiðin: «Hví gjørdi tú meg so?» v21 Ella hevur ikki leirkerasmiðurin vald á leirinum, so at hann úr sama deigginum kann gera eitt kerið til sømdar og annað til ósømdar? v22 Men um nú Guð, tó at hann vildi sýna vreiði sína og kunngera mátt sín, kortini við miklum langmóði hevur várkunnað vreiðinnar ker, sum vóru búgvin til undirgangs, v23 og til tess at hann kundi kunngera dýrdarríkdóm sín á miskunnarinnar kerum, sum hann frammanundan hevði tilbúgvið til dýrdar? v24 Og til slík hevur hann eisini kallað okkum, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum. v25 Soleiðis sum hann eisini sigur hjá Hósea: «Tað, sum ikki er fólk mítt, vil eg kalla fólk mítt, og hana sum ikki er elskað, vil eg kalla elskaða; v26 og tað skal gangast soleiðis, at á tí staði, har sum tað varð sagt við tey: «Tit eru ikki mítt fólk,» har skulu tey verða kallað børn hins livandi Guðs.» v27 Men Jesaja rópar yvir Ísrael: «Um so talið á Ísraels børnum var sum havsins sandur, so skal bert leivdin verða frelst; v28 tí at Harrin ger upp roknskap sín og endar hann í bræði og skal gera hann lidnan á jørðini.» v29 Og, sum Jesaja áður hevur sagt: «Hevði ikki Harrin Zebaot leivt okkum avkom, tá vóru vit vorðnir eins og Sódoma og tá vóru vit vorðnir líkir Gómorru.»
Heidningar tóku við trúarrættvísi, Jødar vildu sjálvir skapa sær rættvísi
v30 Hvat skulu vit tá siga? Heidningarnir, sum ikki søktu eftir rættvísi, hava fingið rættvísi, men ta rættvísi, sum er av trúgv; v31 men Ísrael, sum søkti eftir lóg, sum kundi veita rættvísi, náddi ikki fram til slíka lóg. v32 Hví var tað? Tí at teir ikki søktu hana av trúgv, men av gerningum. Teir gingu seg á snávingarsteinin, v33 soleiðis sum skrivað er: «Sí, eg leggi í Sion ein snávingarstein og meinbogaklett, og tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.»